Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Frank Hvam (DK)
Eitt yndisligt fall
Í 2027 kemur ein av teimum allarstørstu í donskum stand-up til Føroya. Tað er Frank Hvam, ið vitjar við sínum nýggja showi "Eitt yndisligt fall".
Frank Hvam er ein av kendastu donsku skemtarunum og sjónleikarunum. Hann er serliga kendur fyri sítt eyðkenda, ofta provokerandi skemt, har hann spælir sær við gerandisstøður og menniskjaligar veikleikar.
Saman við Casper Christensen skapti Frank Hvam sjónvarpsrøðina Klovn, sum hevur fingið kultstøðu, og gjørt Frank Hvam til eitt tað størsta navnið í donskum skemti.
Í nýggja stand-up showinum kunnu uppliva skemt í serflokki, hvassar eygleiðingar og kompromisleysa erligheit. Hetta er Frank Hvam í tí leikluti hann dugir best: klassiskt stand-up framman fyri einum livandi áskoðarafjøld.
Við “Eitt yndisligt fall” fært tú Frank Hvam, sum vit kenna hann: beinraknan, óforútsigiligan og pínliga stuttligan.
Hetta snýr seg um lívið, tá tað ridlar, skrædnar og onkuntíð dettur heilt sundur. Um at missa fótafestið, missa andlit og royna at finna virðingina aftur mitt í skrædlinum. Ella við øðrum orðum, Frank Hvam í sínum essi.
Verður tað grovt? Ja.
Verður tað stuttligt? Uttan iva.
Fyriskipari: Epic Live
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar