Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Frits til minnis - Varmakelduframsýningin 2024
Í ár er Varmakelduframsýningin ein heiðursframsýning fyri Frits Johannesen
Frits Johannesen, mikli listamaðurin úr Fuglafirði, sum fór handan sýn í desember mánaði, var maðurin handan allar varmakeldu-framsýningarnar, ið hava verið. Hann stóð fyri øllum og stuðlaði bæði ungum og eldri í teirra list og hjálpti teimum at koma eitt fet longur fram í listaliga heiminum. Øll kundu vera við í Varmakelduframsýningini líka mikið, um tey júst vóru byrja at læra list, ella um tey vóru millum tey bestu í landinum.
"Tað er týdningarmikið at vit hjálpa teimum ungu fram á listarliga pallin", plagdi Frits at taka til. ❤
So í ár verður Varmakelduframsýningin eitt sindur øðrvísi.
Vit hava savnað saman fleiri listaverk eftir Frits Johannesen og ynskja við hesu framsýning, minnast hann á Varmakeldu 2024.
Fríggjadagin kl. 19
letur Varmakelduframsýningin “Frits til minnis” upp. Listaframsýning við málningum eftir Frits Johannesen. Dávur Winter og Jonhard Mikkelsen hugleiða.
Sunnudagin 7. juli kl. 16
Frits bar djúpan alsk til heimbygdina, til fjøllini, til fjørðin og til fólkið. Við tónum og tonkum hugleiðir Bárður á Lakjuni um Frits, sála.
Framsýningin er opin, tá Ribarhús og Piddasahandil eru opin um Varmakelduna.
Bústaður
Ribarhús Fuglafjordur
í Støð 14
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar