Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Gandakellingin úr Skúvoy
Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð
Søgur um sokallaðu gandakellingina í Skúvoy vórðu fortaldar við undran um alt landið í seinnu helvt av 19. øld. Hendan konan, sum segðist at biðja ilt yvir fólki, sum fekk bátar at ganga burtur, sum dugdi at slætta sjógv og at ganda blóðmørsindur fram á sjónum og at ganda hoyggj saman, umframt mangt, mangt annað var hon, Sára Malena Guttórmsdóttir løgd undir at hava framt. Gandur, pátrúgv og gudsótti hvørt um annað var andaliga jørðildið, sum Sára Malena vaks upp í og livdi í til sín deyða í 1903. Fólk óttaðust hana og illa varð hon viðfarin. Av summum. Av øðrum var hon mett at vera tað hon var: Ein fátøk, einsamøll, barnleys einkja og mangan ein dyggur stuðul hjá teimum, sum onki høvdu.
Eyðun Andreassen, sáli, savnaði søgur, sum livdu á mannamunni og skrivaði grein um Sáru Malenu í tíðarritinum BRÁ í 1984. Sólrun Michelsen gjørdi hana landskenda í 2023 við skaldsøguni Sára Malena – seinasta gandakellingin í Føroyum. Nú hava Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð, tvær kellingar úr ávíkavist Tvazz og Grugg leikbólkunum, skapað ein einrøðuleik, har gandakellingin úr Skúvoy fær orðið. Framførslur hava verið fyrr í ár, eitt nú skúlavitjanir við Listaleypinum, á Mentanardøgum í Runavíkar kommunu, á Mentanarnáttini á Tvøroyri og á deyðsdegnum hjá Sáru Malenu sjálvari 13. juni í ár varð frumframførsla úti í Skúvoy. Viðmælini frá áskoðarum hava verið framúr. Søgufrásøgnin sjálv er í hásæti og við avmarkaðu áskoðaraplássunum ger tað leikupplivingina livandi og intima.
Nú fer hon á ferð kring landið. Ellivu framførslur eru fyribils settar á skrá og leggjast helst fleiri støð aftrat seinni í vetur. Avmarkað áskoðarapláss eru til hvørja sýning, so leikurin kann koma út í at kalla hvønn krók í landinum.
Mánakvøldið 12. oktober kl. 20.00 í Eiriksgarði í Dali
Billettir á atgongumerki.fo ella við dyrnar undan sýning. Avmarkað pláss til hvørja sýning. Aldursmark 15ár+
Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen úr BRÁ (1984), Kristian OsvaldViderø Saga Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi.
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg 2026
Bústaður
Eiriksgarður in Dalur
Dalsvegur
Sandoy
Hetta tiltakið er skipað av
Leikfelag TVAZZ
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar