Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Góðan morgun, Faggi (IS)

  • Góðan morgun, Faggi (IS). Upphiting til Pride - Sjálvævisøguligur einasangleikur

Upphiting til Pride - Sjálvævisøguligur einasangleikur

Tann hugtakandi, samkyndi sjónleikarin, Bjarni Snæbjörnsson livir lívið í frílynta Íslandi. Alt koyrir bara, líka til tann dag, hann brádliga fær eitt nervasamanbrot og endar í einari daprari tilveru við sjálvshatri. Hvussu ber tað til? Í leitanini eftir sannleikanum, fer hann í holt við at kanna dagbøkur og brøv og grava fram minnir úr fortíðini.

Góðan morgun, Faggi er ein herlig, stuttlig og sár ferð merkt av skomm og endurminning. Ein søga, sum kannar, hvussu nógva ávirkan, fjald homofobi hevur, sjálvt í teimum frílyntastu londunum við nógvum privilegium.

Tónleikin, sum er skrivaður til leikin, hevur tónasmiðurin Axel Ingi gjørt.

Góðan morgun, Faggi varð frumsýndur í Tjóðleikhúsinum í Íslandi, tá Reykjavíkar Pride var í 2021, og helt fram við omanfyri 100 útseldum sýningum og tveimum ferðum kring Ísland. Sangleikurin hevur havt týdningarmikla ávirkan á tosið í landinum um mannarættindi hjá samkyndum fólkum í Íslandi, og um hvat tað veruliga vil siga at hoyra til.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar