Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Guðrið Hansdóttir við bólki
SUMMARTÓNAR 2026: Singer-songwriter
Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.
Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nürnberg Pop.
Útgávan Gult myrkur varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023. Í apríl í ár kom hennara nýggja heildarútgáva við heitinum Sýrublað. Í hesum sambandi hevði Guðrið eina útselda útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
Guðrið Hansdóttir: sang, gittar Høgni Lisberg: trummur Vinjar Egilsnes Petersen: tangentar Árni Jóhannesson: bass
Les um Summartónar
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar