Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

HER Fotoframsýning hjá Mariu Holm-Jacobsen

Hvar eru vit?

Hvar eru vit? Maria Holm-Jacobsen vísir við myndum sínum Føroyar fram, tó tykjast motivini næstan fremmand. Tey geva okkum møguleikan at síggja umhvørvið á øðrvísi hátt. Myndaframsýningin HER letur upp 26. januar í forhøllini á Landsbókasavninum.

Hvar er myndin tikin? Tað er ofta fyrsti tankin, tá ein sær eina mynd av føroyska landslagnum. Hóast vit kenna motivini aftur í framsýningini HER: skelti, hegn, húsatekjur o.s.fr. leggja myndirnar ikki upp til at verða staðbundnar. Í staðin traðka linjur og flatar fram. Snórabeinu kompositiónirnar, fáa motivini at tykjast óverulig, næstan sum kulissir.

“Mær dámar væl, tá fólk spyrja meg, hvat tað er, tey hyggja at. Um tað er veruligt” sigur Maria Holm-Jacobsen. “Tað merkir, at myndin flytur hugsanina um, hvar vit eru”.

Við myndunum kemur ein ófriður á okkum. Vit kenna ikki umhvørvið aftur, og kenslan fær okkum at síggja landið við øðrum eygum.

Ein av myndunum var við á Ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya 2025.

Myndaframsýningin stendur frammi til 1. august. Og tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.

Bústaður

Landsbókasavnið

J. C. Svabosgøta 16

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur