Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Solistur: Antje Weithaas (DE)
Føroya Symfoniorkestur fær vitjan av einum av teimum størstu violinleikarunum. Antje Weithaas fekk í 2025 heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá OPUS Klassik.
Sum heilt ung vann Antje Weithaas stórar kappingar og varð kend sum ein framúr virtuosur. Skjótt spældi hon við orkestrum sum Los Angeles Philharmonic, BBC Symphony Orchestra og teimum stóru týsku radioorkestrinum.
Men tað, sum ger hana til ein av teimum størstu violinistunum í okkara tíð, er dýpdin og reinleikin í hennara listaliga úttrykki, umframt hennara stremban eftir fullkominleika.
Við imponerandi nærveru á pallinum og hvøssum sansi fyri frábrigdum skapar hon meistarliga djúpt persónligar tulkingar av stóru meistaraverkunum.
Hon hevur givið 30 innspælingar út, sum fevna um tær týdningarmestu violinkonsertirnar. Antje Weithaas er í dag ein av teimum fremstu violinleikarum, Evropa hevur fostrað.
Violinkonsert – Ludvig van Beethoven Víðagitna violinkonsertin, ið eisini er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði lidna, var frumframførd í 1806 av violinleikaranum Franz Clement. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844, tá av bert 12 ára gamla talentinum Joseph Joachim, sum spældi verkið saman við London Philharmonic Society undir leiðslu av Felix Mendelssohn. Í dag er violinkonsertin víðagitin og verður spæld um allan heim.
Symfoni nr. 60 – Joseph Haydn Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til komediuna Le Distrait (Gloymski maðurin) eftir franska dramatikaran Jean-François Regnard. Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til sína symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum, er, at tað er í seks satsum, har ein symfoni vanliga hevur fýra satsir.
Sound and Fury – Anna Clyne Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. Scottish Chamber Orchestra, Auditorium-Orchestre national de Lyon og Hong Kong Sinfonietta bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh. Anna Clyne varð borin í heim í London í 1980. Hon skrivaði sítt fyrsta verk sum sjey ára gomul. Hon hevur lisið tónleik á University of Edinburgh og á Manhattan School of Music.
Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK) Solistur: Antje Weithaas (DE)
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar