Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Høvundakorterið: Ingun Christensen
BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum.
Rithøvundurin Ingun Christensen lesur upp úr Friðleys, sum er 2. bókin í tríverkinum um Snjómánafólkið. Fyrsta bókin, Rúnaspá, kom út í 2025. Bøkurnar eru ætlaðar ungum frá 7. flokki upp til miðnám.
Bókin Kom og lurta eftir spennandi bókarøðini um tannáringin Sagu, sum er ættað av Snjómánafólkinum. Í einari hvørvisjón, sær hon skjaldmoyggina Thyru Silfralittu, ið doyði í stóra Suðurlandskrígnum. Saga lovar henni at føra beinagrindina heim til Norðurlandið. Karis rúnalesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Saga til ikki at fortelja fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.
Saga litar silvurlitta hárið fyri at halda loyniligt, at hon hevur sterkar røtur í Snjómánafólkinum. Eisini fjalir hon serstaka arrið í pannuni. Karis hongur ein ristan sigurstein um hálsin á henni, sum skal verja hana. Saga ætlar sær til Vesturlandið at gerast skjaldmoyggj hjá máttmiklu vølvuni Huldu. Hon má læra at brúka vápn, áðrenn hon fer til Suðurlandið at leita eftir beinagrindini á Thyru.
Hoyr um jarnøldina, tá ið lond og landspartar vóru býtt upp í høvdingadømir, og høvdingar stríddust um landamørk. Ein tíð við vápnamonnum, skjaldmoyggjum og rúnum. Fólk trúðu upp á fleiri gudar (norrønu gudalæruna) og hildu blótgildir, har tey ofraðu til teirra. Eisini bóðu tey um ráð frá vølvunum, sum dugdu at spáa og at tosa við gudarnar.
Ingun Christensen hevur skrivað fleiri bøkur til bæði børn, ung og vaksin.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar