Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hvad sker í Føroyum?

Skipar tú tiltøk í Vágum? Les so við her!

Endamálið við hesum tiltakinum er at kunna og læra øll virkin í Vágum at nýta What’s On – eina miðsavnaða síðu til at lýsa almenn tiltøk.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum skipa tiltøk, at verða við – tað veri seg fyritøkur, áhugafeløg, einstaklingar ella onnur, sum hava áhuga í at lýsa síni tiltøk. Hetta er ein frálíkur pallur til at gera tykkara tiltøk sjónlig fyri bæði føroyingum og/ella ferðafólki.

Á skeiðinum fáa tit undirvísing í, hvussu What’s On virkar, og hvussu tit kunnu stovna tykkara tiltøk á síðuni.

What’s On er ein síða, har øll tiltøk í Føroyum verða lýst, og hon verður nógv brúkt bæði av føroyingum og ferðafólki, sum leita eftir spennandi tiltøkum kring landið.

Fyri at skipa tiltakið so væl sum gjørligt, ynskja vit, at tit boða frá luttøku áðrenn mánadagin 14. oktober kl. 13. Tilmelding kann gerast við at skriva til Visit Vágar á visitvagar@visitvagar.fo ella send sms á 250555. Um tit hava spurningar, eru tit eisini vælkomin at ringja.

Og vit vóna sjálvandi, at so nógv sum møguligt møta til hetta tiltakið, soleiðis at vit saman kunna blíva enn betur til at marknaðarføra alt sum hendir her í Vágum.

Bústaður

Dansistovan í Sørvági

1 Kirkjuvegur

Vágar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur