Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Inger Smærup Sørensen (DK)

BÒKADAGAR 2026: Rithøvundasamrøða við Lars Bukdahl

Inger Smærup Sørensen vitjar aftur í Føroyum, og hesuferð er tað við nýggju skaldsøgu síni, fru s. Søgugongdin er um eina kvinnu, ið hevur fyrirreikað seg til sín aldurdóm, og nú rekst millum tankar og minnir um ungdóm, móðurskap, kærleika, skomm og fløðandi vatnstøður.
Samrøðan er við kenda danska ummælaranum, Lars Bukdahl. Hann, sum í sínum egna glógvandi ummæli av fru s í einari septembur útgávu av Weekendavisen, spyr seg sjálvan, nær tað seinast hevur verið talan um skaldskap, ið tekur seg upp úr einum so sannførandi grundarlagi, sum fru Smærup megnar. 
Áhoyrarar kunnu gleða seg til eina spennandi samrøðu millum ein viðurkendan rithøvund og einum ummælara, ið hevur virðing fyri hennara arbeiði.
fru s er onnur skaldsøga hennara. Í 2024 gav Inger Smærup Sørensen út fyrstu skaldsøguna, Dødsbo. Úgávan var skýrd at vera ein sermerkt og viðkomandi skaldsøga, sum hon vann Munch-Christensens Debutantpris fyri og var í uppskoti til Bogforums Debutantpris.
Fyriskipari: Norðurlandahúsið í Føroyum

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur