Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Jóla- og familjukonsertin 2026
Føroya Symfoniorkestur bjóðar enn einaferð bæði smáum og stórum til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar.
Føroya størsta jólaorkestur framførir fantastiskar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá.
Vanliga er stórur eftirspurningur eftir hesum familjukonsertum, so aftur í ár eru fýra konsertir settar á skrá – tvær leygardag og tvær sunnudag.
Jóla- og familjukonsertin er í samstarvi við Føroya Musikkskúlaskipan. Her fáa musikkskúlanæmingar høvi at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í landinum.
Solistar Solistar hesa ferð eru Sólja Rye, ið spælir violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, ið spælir tvørfloytu. Tær báðar framføra ávikavist Méditation og Romance in Db eftir fronsku tónaskøldini Jules Messenet og Camille Saint-Saëns.
Stórt barna- og ungdómskór Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 9 og 16 ár, og tey syngja kend føroysk jólaløg.
Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen og Sigrið Sivertsen.
Hjartaliga vælkomin til hugnaliga jólakonsert.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire Solistar: Sólja Rye, violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar