Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Klokkarin í Notre Dame
Ein Disney-sangleikur fyri alla familjuna
Einsami og mishátti klokkarin Quasimodo livir í duldum í tornunum á Notre Dame. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París anno 1482. Eina ferð, ið broytir alt.
Gleð teg til ein rørandi sangleik um kærleika, sum nú er týddur til føroyskt, áræði og menniskjaligan virðileika við fantastiskum tónleiki og sangum sum t.d. Hellfire, God Help the Outcasts og Out There.
Fimm føroysk tónlistafólk pallseta og spæla sjálv allar leiklutirnar, syngja kór og mynda alt orkestrið við ljóðførum sum pumpuurgu, flygli, paukum, marimbu, kontrabassi, tvørfloytu og gittara. Tey eru útbúgvin úr Prag, Barcelona, Keypmannahavn og Aarhus og koma nú heim at geva føroyskum áskoðarum eina heilt serliga uppliving.
Leiksýningin er grundað á kenda Disney-filmin frá 1996, sum í sær sjálvum tekur støði úr klassisku skaldsøguni eftir Victor Hugo frá 1831. Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. Aladdin, Beauty and the Beast og The Little Mermaid, hevur gjørt løgini.
Viðmældur aldursbólkur: úr 7 árum og uppeftir.
Leikarar Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð Fonsdal: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona Maria á Lakjuni: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus
Kreativa toymið Leikstjóri: Jákup Veyhe Pallsmíð: Sámal Blak Ljóssnið: Súni Joensen Ljóðsnið: Baldur Kampmann Leikbúnar: Anna Kristin Bæk Týðing: Birgit Remmel Kórleiðari: Cinthia González Parada Koreografur: Jakub Peśek Plakat: Pep Herrera
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar