Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Konsert í Húsavíkar kirkju

Kamarkórið í summarhýri. Ein samanrenning av kendum og krevjandi kórstykkjum .

Vælkomin á konsert hjá Tórshavnar kamarkóri, stjórnað av Bernharði Wilkinson.
Kamarkórið, sum er vinnari av ársins kórfestivali, hevur sett eina spennandi skrá saman, og lurtarin kann rokna við at hoyra bæði kend løg og okkurt, ið ikki er framført í Føroyum áður. Fleiri av løgunum eru uttan úr heimi, men eisini eru løg hjá føroyskum tónaskøldum so sum Sunleivi Rasmussen og Teituri Lassen. Kamarkórið leggur seg eftir at framføra krevjandi spennandi tónleik, sum samstundis er lættur hjá áhoyrarunum at taka til sín.
Konsertin í Húsavíik er hin seinasta hesumegin summar, tó at nakrar umbidnar framførslur eisini vera í summarsteðginum.
Vælkomin øll somul.

Bústaður

Church of Húsavík

Sandoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur