Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Konsert í Vesturkirkjuni
Kórkonsert við kórunum Spectrum (IS) og Tórshavnar Kamarkóri
Íslendska kórið Spectrum hevur vunnið sær gott orð sum eitt dygdarkór, ið megnar krevjandi útsetingar og leggur stóran dent á livandi framførslu. Sum navnið bendir á, syngur kórið tónleik á breiðum spektri – klassiskan tónleik, samtíðartónleik, fólkatónleik, popp og rock.
Kórið verður stjórnað av Ingveldur Ýr, sum er ein kendur operasangari og kórleiðari.
Tórshavnar kamarkór er eitt av fremstu kórunum í Føroyum og hevur í nógv ár ríkað føroyska tónleikalívið við framúr framførslum bæði heima og uttanlands. Kórið arbeiðir miðvíst við at menna eina høga tónlistarliga góðsku og hevur eitt fjølbroytt úrval av verkum á skránni – frá klassiskum kórtónleiki til nýggjari og føroyskan tónleik.
Bernharður Wilkinson stjórnar Tórshavnar kamarkóri.
Spennandi og hugtakandi skráin er merkt av verkum eftir m.a. Eric Whitacre, Ola Gjeilo og Michael John Trotta.
Vit gleða okkum at síggja teg til eina hugnaliga og tónaríka løtu!
Konsertin er ókeypis og varar ein lítlan tíma.
Bústaður
Vesturkirkjan
44 Landavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar