Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Konsert við Beinir

22.mai kanst tú upplova Beinir á Skála! ✨️

Áhoyrarar kunnu gleða seg til eina inniliga og persónliga konsert við bæði eldri og spildurnýggjum tónleiki hjá Beinir.

Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.

Komandi mánaðirnar fer Beinir at geva nýggjan tónleik út - bæði einsamallur og við føroyska bólkinum Tøgn, sum hann er partur av. Tøgn hevur júst vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri staklagið "Kamarið”.

Heildarútgávan hjá Beinir “Greener”, sum kom út í 2024 fekk eisini sera góða móttøku.

Heitislagið "Greener" og "Call Me a Dreamer" vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og í 2024 fekk Beinir tvær FMA-virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.

Atgongumerki kosta 135 kr + avgreiðslu gjald og kunnu keypast á leinkjuni niðanfyri:
https://atgongumerki.fo/3625706/beinir
*Avmarkað nøgd!*

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld! 🥰🎶

Bústaður

Bygdarsalurin í høllini á Skála

5656+WHQ

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar