Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Lærke Bagger (DK)

Live-bindishow: Megaverkstova 03

Lærke Bagger kemur til Føroya við sínum svaka, stuttliga, ærliga, freka live-bindishowi, sum er til øll, ið hava brúk fyri einum heitum, ullintum klemmi ella bara vilja peppast eitt sindur upp.
Við støði í nýggju bókini hjá Lærke, Strik 3, fara vit í felag gerast djarvari og meira opin. Vit koma í samband við okkara frumkreativitet, binda og hekkla okkara íblástur, og fram um alt fara vit at fylgja okkara handarbeiðshugi.
Saman sleppa vit yvirábyrgdini og fara veruliga at merkja, hvørji vit eru gjøgnum tað, vit skapa við okkara egnu hondum.
Mega Verkstova er ein samanrenning av fyrilestrum, samrøðum og einari aktivari, spontanari verkstovu, sum tú sjálv/ur kanst taka lut í, um tú hevur hug.
Um tú ikki dugir at binda ella hekkla, men elskar ærligan hugna, góðar og kensluligar søgur og ein MEGA inkluderandi felagsskap, so siga vit bara:
You can sit (knit) with us!
Tú noyðist ikki at duga ordiliga væl at binda fyri at vera við, men tú kanst eisini duga ordiliga væl. Tú skalt bara hava hug, vera nøkulunda við upp á og klár/ur til eina avbjóðing.
Einasta reglan er: Ger tað, sum Lærke Bagger sigur, tá ið hon sigur tað!
Hav við tær:

í minsta lagi 3 sett av stokkum ella hekklinálum – gjarna í ymiskum støddum
Eina rúgvu av tógvrestum: ljótar, penar, gamlar, nýggjar – alt kann brúkast

Latið okkum í felag fylgja impulsinum og huginum, siga sum er og hjálpa hvørjum øðrum, tá tørvur er á tí.
 
 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar