Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Leiðaratrivnaður í felagsskapi

Kom á skeið um leiðaratrivnað við vinnusálarfrøðinginum Lill Palmblad!

Hvussu kunnu vit arbeiða saman um leiðaratrivnað – og harvið standa sterkari í einum kompleksum og broytiligum heimi? Á skeiðnum hyggja vit at, hvussu leiðslubólkar kunnu gerast ein sterkari stuðul hjá hvørjum øðrum og harvið styrkja bæði trivnað og leiðslumegina. Og vit viðgera eisini leiðaratrivnað sum ein part av tilbúgvingini – tí leiðarar, ið standa væl saman, eru betur førir fyri at handfara truplar støður.

Leiðaratrivnaður stavar ikki bert frá tí einstaka leiðaranum – hann verður skaptur í felagsskapunum rundan um leiðslu, í leiðslubólkinum, í organisatiónini og í samspælinum við starvsfólk og samstarvspartar.

Samstundis hevur trivnaðurin hjá leiðarum ávirkan á trivnaðin hjá starvsfólkum, produktivitet og góðsku í arbeiðinum.

Málbólkur

Skeiðið er viðkomandi fyri leiðarar á øllum stigum, leiðslubólkar, umframt HR-starvsfólk, ið arbeiða við karmum fyri góða leiðslu.

Tú kanst luttaka og fáa ágóða av degnum, uttan mun til um tú vart við, tá Lill Palmblad seinast setti leiðaratrivnað á breddan í Føroyum í 2025, um tú hevur lisið “Hvem passer på chefen”, ella um evnið er púra nýtt fyri teg. Kom við og fá meira at vita um, hvat kann styrkja leiðaratrivnaðin hjá tær og tykkum.

Kostnaður

Kostnaðurin per luttakara er 6.300 kr. u/mvg (íroknað er morgunbiti, kaffi/te, miðmáli og skeiðstilfar).

Leistur

Dagurin skiftir millum fakligar framløgur, reflektiónir og samrøðu í smærri bólkum við støði í praksis hjá luttakarunum.​

Um Lill Palmblad

Lill Palmblad er vinnusálarfrøðingur og góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi. Hon er stjóri og partnari í Palmblad Erhvervspsykologi og Better Worklife, og gav í 2024 út bókina “Hvem passer på chefen” saman við vinnu- og kreppusálarfrøðinginum Louise Dinesen.

Serøkini hjá Lill fevna um leiðslu og leiðaratrivnað, kompleks arbeiðsumhvørvismál, innanhýsis arbeiði hjá organisatiónum við arbeiðsumhvørvinum, umframt fyribyrging og handfaring av strongd bæði á organisatoriskum og einstaklingastigi.

Lill hevur sjálv 10 ára royndir sum leiðari, ið stuðla hennara fakligu fatan av leiðslu. Frá sínari tíð sum leiðari í danska arbeiðseftirlitinum hevur hon harumframt góðan kunnleika til reglur og lóggávu á økinum.

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar