Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Lena Anderssen á Reinsarínum


Leygarkvøldið 2. mai traðkar Lena Anderssen saman við bólki á pall á Reinsarínum til forkunnuga konsert, sum samstundis er byrjanin til konsertferð í Danmark seinni í mai.


Talan er um einastu konsert á hesum sinni, har Lena hevur sín bólk við sær. Hetta verður somuleiðis fyrsta høvi at hoyra nýggja lagið “Mín Sál Er í Góðum Hondum” live saman við
orkestrinum, ið telur Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Jósva Debes handan trummurnar og Niclas Johannesen við guitarinum. Við sær hetta kvøldið hevur Lena eisini
Alexander Gaard, ið stendur fyri ljóðinum.

Nýggj føroysk løg
Lena hevur seinasta árið givið út trý føroysk løg, sum øll vera partur av hennara fyrstu føroyskt mæltu útgávu “Við Hetta Borðið”, sum kemur út seinni í ár. Eitt nú er lagið “Dugir
Tú At Tosa Føroyskt” nógv spælt, síðani tað kom út. Umframt føroysku løgini, fara Lena og hennara bólkur eisini at framføra sangir frá undanfarnum útgávum so sum “Can’t Erase It”, “Let Your Scars Dance”, “Letters From The Faroes”, “Eagle In The Sky” og “State of
the Land”.


Tá Lena framførir, kanst tú rokna við eini konsert við fjølbroytni, frá tí sárbara til tað stuttliga, har hon tekur áhoyraran við á ferð – á sín heilt serliga hátt.

Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar