Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Lítlahús lesur: Mítt botnlív
Ein kreativ lesiløta fyri børn í skúlaaldri
Síðsti axolotlur í vátlendinum trívist framúr væl í sínum hyli. Tað góða lívið er at vera saman við tikarasalamandrum, savna skattir og njósnast eftir tvíbeintum klombrum á strondini. Men tað gerst alsamt heitari, hylurin gerst gruggutari, ófrættakendir fiskar flyta inn. Eftir hetta er einki tað sama longur.
Norðurlendski bókslúkurin flytur hetta vikuskiftið inn í Lítlahús. Á hesum degi er eisini júst henda søgan enn meira hóskandi, tí hetta er síðsti dagur av Umhvørvisvikuni í Tórshavnar kommunu; "Saman um grønu framtíðina".
Tit verða boðin til eina kreativa verkstovu og lesiløtu, har vit m.a. fara at práta um dálking í havinum og í umhvørvinum annars. Tilfar verður eisini tøkt til at gera okkara heilt egna sjáldsama dýr. Vit kunnu geva tí navn, eginleikar o.a.
Tiltakið hóskar best aldursbólkinum 7-10 ár.
Toymið handan lesiløtuna er Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa. Krista Hvannastein lesur søgurnar. Hon er útbúgvin námsfrøðingur við drúgvum royndum sum søgusigari fyri børnum. Henny Dánialsdóttir er ráðgevi í handaverki og list í Námi og hevur nógvar royndir við kreativum uppgávum við børnum.
Lisið verður úr bókini Mítt botnlív, sum er ein vónrík og eksistentiell bók um veðurlagsbroytingar. Skrivað hevur Linda Bondenstam, finnlandssvenskur rithøvundur og myndabókaskapari.
Við tiltaksrøðini Lítlahús tekur Norðurlandahúsið eitt nýtt stig til at gera list og mentan atkomuligari fyri børn. Endamálið er, at børn skulu kenna seg heima og uppliva list upp á egnar fortreytir.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar