Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Ljós í Advent í Fuglafirði
Kom til eitt hugnaligt vikuskifti við jólamarknaði, jólatrøum og jólasølu
Í Fuglafirði verður jólatræið tendrað fyrsta sunnudag í advent, og hetta vikuskifti er býurin ljósur og hugnaligur við jólaperum og pynti. Handlarnir hava opið til kl. 20 fríggjadagin og til kl. 16 ella kl. 18 leygardagin. Í Ribarhúsi verður hekklaða jólatræið tendrað fríggjadag, meðan hugnaligur jólasølumarknaður er í húsinum leygardag og sunnudag.
LJÓS Í ADVENT
LEYGARDAGIN 30. NOVEMBER
Kl. 10 - 16 Vørðslan, Kato,, Fjord & Beautee hava opið
Kl. 10 - 14 Akker jólablómuhandil heldur til í Ribarhúsi
Kl. 10 - 18 NoðaStova fyllir 5 ár! Minus 20%, kaffi og karamellir
Kl. 11 - 18 Piddasahandil hevur jólasølu og Rósa R. Simonsen tekur fittar jólamyndir á loftinum. Bílegg tíð hjá Rósu á tlf. 586359
Kl. 11 - 18 Í Ribarhúsi er jólamarknaður har ymisk vitjandi selja heimavirkaða vøru. Hugnaliga Lúkukaffi er opið og í jólahýri
Kl. 19 - 02 Ungdómshúsið: Dreingjakvøld. Matur & ymiskt spennandi
FYRSTI SUNNUDAGUR Í ADVENT
1. DESEMBER
Kl. 12 Kirkjan: Familjugudstænasta, talvan gongur fyri Sjómanskirkjuna. Gudstænastan verður útvarpað. Kirkjan bjóðar døgurða aftaná
Kl. 15 - 17 Jólatrøini í kommununi verða tendrað og vit fá eina góða røðu. Fuglafjarðar Hornorkestur spælir og jólamenn vitja.
Kl. 15.00 á Hellunum. Drekka í Bønhúsinum
Kl. 16.30 á Kambsdali
Kl. 17.00 við Mentanarhúsið. Silvi vitjar og hevur endurskin við
Kl. 14-18 Ribarhús: Jólamarknaður við heimavirkaðum vørum o.ø. Piddasahandil hevur jólasølu og Lúkukaffi hevur jólaliga kafé. Rósa R. Simonsen tekur fittar jólamyndir á hugnaliga loftskontórinum
Bústaður
Ribarhús Fuglafjørður
í Støð 14
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar