Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Marius DC í OY

Marius DC í OY

Rapparin, sangarin og framleiðarin Marius DC hevur seinastu 5 árini verið eitt av teimum fremstu nøvnunum á vaksandi føroyska hipp-hopp pallinum.

Sum 15 ára gamal fangaði DC lurtarar við frumútgávuni “The MZA EP”, ið vann honum ein FMA sum ársins nýggja navn í 2020. Í 2021 gjørdi hann aftur vart við seg við “Westender”, har løg sum “Gasoline”, “Respekt” og “Teenage Drama” vístu lurtarum, at ungi tónasmiðurin ikki var bangin fyri at menna sítt ljóð.

Ein ógloymandi sigur í Sement-kappingini í 2022 setti gongd á eitt ár við hópin av konsertum heima og úti. Serliga ein nógv fagnað konsert á Iceland Airwaves var minnilig. 2023 gjørdist hendingaríkasta árið, ið Marius hevur havt higartil við fimm stakløgum, harímillum “Slættaratindur” “Erligur” og “Feira”. Ein brakandi framførsla á G! Festivalinum vísti, at Marius DC hoyrir heima á einum palli. Seinasta árið hevur Marius arbeitt við komandi EP’ini “Listamaður”, og gav í summar út sítt størsta tónleikaliga frávik higartil, indie balladan “Leggur Tú Enn Í”.

Fríggjakvøldið 13. september kl. 21.00 trínur Marius DC á pallin í OY. Konsertin er ókeypis.

Bústaður

OY Brewery

4

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur