Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Marknaðardagur í Gásadali
Hugnaligur marknaðardagur við tónleiki, sølubásum, framsýningum og øðrum
Kom við til ein hugnaligan marknaðardag í Gásadali, har bygdin verður karmur um ein dag við lívi, tónleiki og góðum løtum fyri bæði børn og vaksin.
Ymiskt verður á skránni gjøgnum dagin. Konsertir og framsýningar verða at uppliva, og okkurt undirhald verður eisini til børnini.
Gásadalsfólk fara at hava sølubásar, har møguleiki verður at keypa ymiskt gott frá slaktinum, heimavirkaðar vørur og annað lokalt. Ein góður møguleiki at síggja, smakka og keypa nakað av tí, sum bygdin og fólkið her hava at bjóða.
Dagurin endar við eini hugnaligari syngið við løtu, har vit savnast og syngja saman.
Vit gleða okkum til ein góðan dag í Gásadali og vóna at síggja nógv fólk!
Bústaður
Gásadalur
6 Geilin
Vágar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar