Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Mikukvøld á Hermótinum
Royn figurborðspøl á Hermótinum
Royn figurborðspøl á Hermótinum! 🎨🎲
Hvørt mikukvøld frá klokkan 18:30 til 20:30 bjóðar Hermótið øllum vælkomin til eitt hugnaligt kvøld, har gestir og limir kunnu hittast, mála figurar, spæla og njóta gott samanhald 🤩
Á Heygavegi 42 í Klaksvík hava vit alt, sum krevst fyri at njóta hetta ítrivið til fulnar. Vit hava eitt stórt málaraborð við góðum ljósi og einum fjølbroyttum úrvali av máling og amboðum, har ein kann fáa sínar figurar til lívs. Eigur tú ikki egnar figurar? Tað ger einki, vit hava figurar, sum tú kanst royna teg við, púra ókeypis 🎨🧙♂️✨
Hevur tú heldur hug at royna teg í einum strategiskum figurborðspæli? Gaman í! Á Hermótinum standa fleiri borð klár við stórslignum landslagi, har herdeildir av figurum kunnu bresta saman í einum spennandi dysti. Her ber til at brúka sínar egnu figurar ella læna frá okkum⚔️🔥
Endamálið við hesum tiltaki er at vekja áhuga fyri figurborðspølum og at bjóða bæði ungum og vaksnum ein felags pall, har kreativitetur, strategisk hugsan og sosial samvera ganga hond í hond. Vit gleðast um øll, ið koma á gátt, og taka altíð væl ímóti nýggjum gestum ☺️
Vit síggjast á Hermótinum! 🤗
Bústaður
Hermótið
42 Heygavegur
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar