Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Nana Rashid (DK)

Tórshavnar jazz-, fólka- & blues festivalur 2026


Nana Rashid er ein av teimum mest áhugaverdu og sterku nýggju røddunum á donsku jazzpallinum – og nú kemur hon til Tórshavnar jazz, fólka og blues Festival.


Við framúr góðum ummælum, nógvari spælitíð á Danmarks Radio, konsertum og festivalum kring Evropa – og heiðrinum sum Årets Nye Jazznavn á DMA Jazz 2023 – hevur Nana staðfest seg sum eitt av teimum heilt stóru nøvnunum.


Tónleikur hennara kann leiða tankarnar aftur til Nina Simone – kraftmikil, djúpur og sannførandi – men Nana setir hann í ein svalandi, norðurlendskan ljóðheim. Úrslitið er eitt samtíðarjazz-univers, har jazzur, blues og neo-soul flætta seg saman í eitt sterkt og nakið úttrykk.


Nana syngur m.a. um at hoyra til, at vera kvinna, kærleika, uppruna og samleika.


Ummælarar hava ført fram, at Nana Rashid er eitt prógv um, at øll tey størstu jazz-talentini eru ikki uppdagað enn.

GG! Jazzpass gevur atgongd til allar konsertir á festivalinum og kann keypast her
 

Stuðlar og samstarvspartar: Norðurlandahúsið Wilhelm Hansen Fonden Tórshavnar Big Band Tórsgøta Blábar

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar