Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Náttarklubbin: Maria Fagranes, Dagmar, Solmunde

Til tykkum, sum elska at dansa

MARIA FAGRANES

Maria Fagranes er ein vaksandi profilur í DJ-umhvørvinum í Keypmannahavn og er kend fyri síni djúpu og melodisku DJ-sett.

Hon hevur ein lívslangan kærleika til elektroniskan tónleik og “sound journeys”, og ynskir at skapa ein innlivandi hugaheim við hypnotiskum rytmum og melodiskum techno.

Aftanfyri pultin er hon nærverandi og full av orku, og hon dregur fjøldina við sær. Vit minnast enn hennara framførslu 2. jólakvøld til JólaBass! Maria Fagranes aftanfyri pultin er nakað, tú mást uppliva.

DAGMAR
Tá Dagmar er aftanfyri pultin, veitst tú, at tú ert í góðum hondum. Hon spælir pumpandi tónar og pulserandi rytmur, sum fara beint í beinini!

Dagmar kann taka teg allar vegir, men hetta kvøldið fer hon ikki at spilla tíðina. Vegurin gongur beint út á dansigólvið.

SOLMUNDE
Tað upplagdi party-startarin, Barbara Solmunde, er nýggj sum solistur, men hevur eina rúgvu av royndum aftanfyri DJ-pultin -og framman fyri pultin á dansigólvinum.
Um tað er til starvsfólkaveitslur, barnadiskotek, G! Festival, Luux ella Sirkus, so veit Barbara, hvat skal til fyri at sparka kvøldið í gongd.

Vit síggjast

Bústaður

Havnar Klubbi

6 Tinghúsvegur

Tórshavn

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar