Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

í Klaksvík

Aftur í 2026 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026.

FM Hálvmaraton, Norðoya Sparikassi hálvmaraton verður leygardagin 2. mai 2026 í gøtunum í Klaksvík. Startur og mál uttanfyri høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og øll eru vælkomin at ganga og renna við

Treysti skipar í ár fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Kappingin er partur av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”.

Tilmelding

Melda til á www.fif.fo (síðsta freist ONLINE er kl. 22.00 fríggjadagin 1. mai 2026).

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2009 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 11.00.

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

Í Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 verður kappast í hesum bólkum:

Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

Kostnaðurin fyri at luttaka:
Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 er kr. 295,-

Heiðursmerkir og handan

Øll sum gjøgnumføra Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 fáa serligt heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Startnummar

Startnummur skulu heintast uttanfyri Norðoya Sparikassa millum kl. 10:00 og 10:45. Renningin byrjar stundisliga kl. 11:00.

Bústaður

Norðoya Sparikassi

5 Biskupsstodgota

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar