Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Ólavsøkuframsýningin 2024

Listafelag Føroya skipar fyri afturvendandi ólavsøkuframsýningini

Listafelag Føroya skipar fyri afturvendandi ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya, og hvørt ár bjóðar Listafelagið einum nýggjum fyriskipara at gera framsýningina. Í ár stendur Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, fyri framsýningini.

Hesi eru við á framsýningini:
Anný Djurhuus Øssursdóttir
Bjørk Ellindsdóttir Frýdal
Dan Helgi Helgason í Gong
Femja Haack
GUT// productions & Leikhús SKIFT
Katla Lave Næs
Laila Mote
Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen
Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré
Supervisjón
Tróndur Dalsgarð
Vár Samuelsen
Vár B. Árting við RIVA

Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948. Síðani tá er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni.
Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya.
28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 18. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.

Bústaður

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur