Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Øll søgan um ADHD
Temadagur um ADHD
Einki vísindaligt grundarlag finst fyri nógvum av tí, vit oftast hoyra um ADHD. Hvussu navigera vit sum myndugleikar, fakfólk, avvarðandi og ikki minst, persónar við diagnosuni, í stóru óvissuni kring ADHD-hugtakið?
Kom við til ein áhugaverdan seinnapart, har vit seta sjóneykuna á ADHD, og lat teg annaðhvørt avbjóða ella styrkjast í tínum illgruna.
Temadagurin er fyriskipaður av Gitte Klein og Suna Poulsen.
Skrá:
12:30 – 14:00
Vælkomin og atkvøðugreiðsla
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, setur dagin
Fyrilestur, Sami Timimi: Question everything you thought you knew about mental health and neurodiversity (beinleiðis tulking til danskt tøk online)
Styttri framløga, Tóra við Keldu, fyrrverandi forkvinna fyri MEGD gjøgnum 12 ár: Tá serfrøðingar skapa enn størri ótryggleika
Styttri framløga, Suni Poulsen, sálarfrøðingur og fyriskipari: Verjurøða fyri klassiska ADHD-hugtakinum
Støðgur við kaffi, te og ábiti.
14:20 – 16:00
Fyrilestur, John Brodersen og Alexandra Brandt Ryborg Jønsson: Syg, rask eller helt normal? ADHD og andre mentale diagnoser i forandring
Styttri framløga, Jóhanna Davidsen og Nina Mikkelsen, sálarfrøðingar frá Sernám: Man kann ikki samstarva seg burturúr væntandi tænastum
Styttri framløga, Camilla Henanger, leiðari av Familjutænastuni, Barnaverndarstovan: Børnini tørva hjálp nú – vit kunnu ikki bíða eftir tí røttu frágreiðingini
Atkvøðugreiðsla og (skemtilig) endaviðmerking
Galdandi ADHD fatanin er ov einføld
Almenna frágreiðingin um, hvat ADHD er, er alt ov einføld. ADHD verður lýst sum eitt viðføtt og sera arvaligt menningarórógv í heilanum, ið ein hevur alt lívið. Orsøkin til, at talið á teimum, ið fáa diagnosuna er fleirfaldað, seinastu árini, er, tí diagnosan ikki er vorðin viðurkend fyrr, og at mong tí enn eru ódiagnostiserað. Vit hoyra um ymiskar stuðuls- og viðgerðarhættir, har hin munabesti skal vera heilivágur. Víst verður til, hvussu týdningarmikið tað er, at útgreina skjótast til ber, so sleppast kann undan sera óhepnu avleiðingunum av manglandi diagnostisering.
Men hvat um søgan, í veruleikanum, er ein onnur?
Atfinningarnar móti hesi vælkendu fatanini, eru líka gamlar sum ADHD-hugtakið sjálvt, og tær seta fleiri spurnartekn við fatanina, m.a. um tað yvirhøvur gevur meining at tosa um ADHD sum eina diagnosu? Er nakað vísindaligt grundarlag fyri at siga, at ADHD er eitt viðføtt menningarórógv í heilanum? Ella er støðan heldur tann, at henda fatanin forðar okkum at skilja, hví børn og ung, í veruleikanum, mistrívast, og sostatt hvussu vit hjálpa teimum best? Hjálpir heilivágur, ella ger hann kanska størri skaða enn gagn, í longdini? Hvørjar avleiðingar hevur tað at siga við fólk, at teirra avbjóðingar stava frá einum genetiskum menningarórógvi, ið er partur av teimum alt lívið? Og ikki minst, er økta talið á teimum, ið fáa diagnosu, farið heilt av sporinum?
Vit leggja fyri við einum áhugaverdum fyrilestri, ið enski sálarlæknin, Sami Timimi heldur. Timimi er ein av atfinningarsomu røddunum, og hann hevur skrivað fleiri bøkur og vísindaligar greinir um ADHD diagnosuna; m.a metsølubókina Searhing for Normal - A new approach to Understanding Mental Health, Distress and Neurodiversity. Tú kanst lesa meiri um hann her: www.samitimimi.co.uk.
Næsti høvuðsfyrilestur eru hjúnini John Brodersen, serlækni í almennum medisin og professari, og Alexandra Brandt Ryborg Jønsson, antropolog og granskari. Tey granska bæði í yvirdiagnostifisering og ADHD og hava saman skriva bókina Snart er vi alle patienter. Tú kanst lesa meira um tey her https://forskning.ruc.dk/da/persons/ajoensson/ og https://en.uit.no/ansatte/john.b.brodersen.
Umframt høvuðsfyrilestrarnir eru ein røð av styttri framløgum við umboðum frá føroyskum stovnum og mynduleikum, umframt at annar fyriskiparin heldur eina styttri verjurøðu fyri klassiska ADHD-hugtakinum.
Skal ráðandi lívfrøðiliga-medisinska fatanin av ADHD framhaldandi avgera, hvussu vit hjálpa børnum og ungum sum eldri? Ella skulu vit lata atfinningarsomu røddirnar og ymiskleikan fáa størri rúmd? Er man farin at ivast – líkasum eitt nú myndugleikar í Danmark, Norra og Onglandi?
Yvirskipaða endamálið við tiltakinum er at skapa eitt opið og virðiligt kjak um ymsu sjónarmiðini kring ADHD. Fyriskipararnir vóna, at tiltakið elvir til, at rúm eisini er fyri atfinningarsomum røddum. Tær atfinningarsomu røddirnar eru nevniliga her, og tær hvørva ikki.
Prísir:
740 kr. pr. persón
690 kr. tá ið tú keypir 5 ella fleiri atgongumerki
665 kr. tá ið tú keypir 10 ella fleiri atgongumerki
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar