Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Piparstertur (FO) & David Miilmann Group (DK)

Piparstertur er ein hálvpopputur jazz-fusion bólkur

Piparstertur (FO)

Smæðhettur, ið fúsir finna fagurleika í teimum færri spældu tónunum.
Piparstertur er ein hálvpopputur jazz-fusion bólkur, ið blandar kompleksitetin í jazzinum við lættlurtilig riff, melodiir og groove. Teir fimm piparstertirnir hava sera ymiskar bakgrundir og hetta eyðkennir eisini teirra stíl, sum tekur íblástur úr øllum frá klassiskum tónleiki til popp, rock, jazz og gospel. Teir gera tónleik, ið bæði bjóðar lurtaranum vælkomnum og avbjóðar hann. Løgini eru lættlurtilig á yvirflatuni, men eru fylt við spennandi fløkjasligum rytmum, harmonium og motivum.

Benjamin Djurhuus (gittar)
Jákup Tórgarð (klaver)
Djóni Nolsøe Fischer (bass)
Fríði Bjarkhamar (trummur)
Justin James Villanueva (saksofon)

David Miilmann Group (DK)

Instrumentalur tónleikur, ið sigur frá søgum.

Har er stór frumkraft uppá spæl, tá ið David Miilman Group (DMG), yvirtaka pallin og loyva okkum inn í sín sjangruspreingjandi ljóðheim.

Teir fimm tónleikararnir nýta teirra ljóðføri sum málgagn. Tað er kenslubart, sterkt og lívsjáttandi, tá ið bólkurin improviserar og skapar eina serstaka uppliving, hvør sína millum og við fjøldini.

Við Guitaristinum, David Miilmann, sum oddamann og einum felags kærleika fyri tónleikinum, leiðir DMG lurtaran inn í ein litríkan og upplyftandi felagsskap, ið eisini rúmar sorgblídni og umhugsan.
1. mars útgevur bólkurin sína seinnu plátu, ‘What’s Left’. Útgávan fortelur um eina broyting í bólkinum, ið ikki kann steðgast – at blíva eldri. Bólkurin varð stovnaður í 2021, og limirnir eru vaksnir sum bólkur og hvør sær. Sangirnir á plátuni siga frá søgum, ið hendu aftaná teirra debutpláta, ‘Waiting For Myself’, varð útgivin í 2021. Alt frá sólríkum seinnapørtum á Mujaffa’s á Istegade, til stríðsløtur og steðgir frá tónleikinum. ‘What’s Left’ vitnar um áræði og forvitni hjá bólkinum, at granska djúpdirnar í tónleikinum og sambandið millum limirnar – kom og uppliva tónleikin tá hann er best – LIVE!

DMG útgav sína debutplátu, ‘Waiting For Myself’, á síðsumri 2021. Síðani tað er bólkurin tvær ferðir tilnevdur til DMA Blues, teir hava verið finalistar í Jazzkappingini og hava spælt mangar konsertir runt í Danmark.

David Miilmann (gittar)
Buster Isitt (gittar)
Svend Feldbæk Winther (klaver)
Elias HP (bass)
Theiss Nemborg (trummur)

Bústaður

Maggies Café

Válagøta 26

Streymoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar