Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Rudda fyri lívmargfeldi
Føroyingar og vitjandi rudda fyri náttúruna
Leygardagin 30. mai kl 13.00 verður skipað fyri einum sjálvbodnum ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi hjálpa til við at basa skøruni, sum hóttir føroyska náttúrulívmargfeldið.
Hóast skøran er vøkur, er hon, flestum kunnugt, vorðin ein ovurstórur trupulleiki her heima. Plantan tekur alsamt meira pláss fram við vegum, í haga og í viðkvæmum náttúruøkjum, har hon troðkar upprunaligar føroyskar plantur burtur.
Eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at basa skøruni heilt, men sum eitt lítið fet á leiðini hava Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands tikið stig til átakið, sum verður kunngjørt í dag á altjóða lívmargfeldisdagur.
Meira enn bara rudding
Umframt at gera ein ítøkiligan bata fyri føroyska náttúrumargfeldið, er endamálið eisini at geva fólki eina góða uppliving í náttúruni og at geva teimum størri vitan um føroyskt lívmargfeldi, innræsnar plantur, og um hvussu smá átøk kunnu gera stóran mun á náttúru- og umhvørvisøkinum.
Luttakararnir fara at arbeiða saman í náttúruni, knýta nýggj sambond tvørturum landamørk og læra meira um føroyska landslagið og tær avbjóðingar, náttúran møtir.
Eftir ruddingina verður boðið til afterparty við náttúrða í Posthúskjallaranum í Havn. Grøna Matveitingin borðreiðir við vegetariskum rættum og føroyskum grønmeti.
Soleiðis verður dagurin skipaður
Luttakararnir møta kl. 13.00 á sínum ruddiøki og arbeiða fram til kl. 16.00. Kl. 17.00 byrjar afterparty.
Tá tit melda til, verða tit býtt í bólkar við umleið 20 fólkum hvør. Arbeitt verður á trimum útvaldum støðum í Tórshavn. Økini eru: framvið vegjaðaranum á Oyggjarvegnum (møtistað: Waag Bilar), Giljatjørn í Hoyvík (møtistað: Skúlin við Løgmannabreyt) og lyngheiðaøkið við Eirargarð (møtistað: Sandagerð).
Serfrøðingar og náttúrukøn fara at vegleiða luttakarunum í:
Hvussu plantan verður eyðmerkt
Hvussu hon verður tikin burtur á rættan hátt
Hvussu forðast kann fyri víðari spjaðing
Posar og øll neyðug útgerð verður latin luttakarunum á degnum.
Tiltakið og veitslan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
Bústaður
Visit Tórshavn
17 Niels Finsens gøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar