Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Rútmubeiggjar í Listastovuni
Listastovan fyllist við orku, groove og improvisatión
Leygarkvøldið 3. oktober fyllist Listastovan við orku, groove og improvisatión, tá Rútmubeiggjar koma vestur við nýskrivaðum tónleiki.
Tað eru tónleikasnillingarnir Kristian Pauli Ellefsen og Karl Andrias Stórá, sum hava tikið stig til bólkin og skrivað tónleikin saman. Við sær hava teir tríggjar av okkara fremstu tónleikarum, og saman mynda teir Rútmubeiggjar.
Tónleikurin hevur íblástur úr funk-tónleikinum frá 1960- og 70-árunum, og dentur verður lagdur á gott samanspæl, groove og improvisatión. Sostatt er lagt upp til eina livandi og vælsvingandi konsert í Listastovuni.
Rútmubeiggjar eru:
• Ólavur Gaard – gittar
• Kristian Pauli Ellefsen – tangentar
• Vinjar Egilsnes Petersen – tangentar
• Rógvi á Rógvu – trummur
• Karl Andrias Stórá – bass
Bústaður
Listastovan
Gummaldagøta 2
Vágar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar