Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Savnsvitjan og gongutúrur

  • Bygdagøtan Mynd: Gaute Lorentsen

Kom við á savnsvitjan og gongutúr eftir bygdagøtuni uppum Leirvíksfjall

Hvønn týsdag í juni, juli og august verður skipað fyri savnsvitjan og gongutúri eftir bygdagøtuni uppum Leirvíksfjall frá Leirvík til Norðragøtu. Skráin er frá kl 10 til 15.30

Á túrinum verður:
- Vitjað á Báta- og Listasavninum
- Gongutúrur eftir bygdagøtuni uppum Leirvíksfjall við lokalum ferðaleiðara. Á túrinum verður heit fiskasúpan at fáa.
- Í Norðragøtu verður vitjað í Blásastovu og gamla bylinginum í bygdini. Kaffi og te verður at fáa.
- Bussur koyrir ferðafólkini til Leirvíkar aftur

Prísir:
- Savnsvitjan og gongutúrur við ferðaleiðara (við fiskasúpan og kaffi/te) 850 kr
- Gongutúrur og fiskasúpan (Møtt verður í Báta- og Listasavninum kl 10.45. Túrurin er liðugur kl. 14.00) 500 kr

Ikki er neyðugt við tilmelding, møtt verður í Báta- og Listasavninum, Kulibakki 8, 520 Leirvík. Goldið verður á savninum.

Heitt verður á, at lata seg væl í eftir veðrinum og at hava góðar skógvar/styvlar at ganga í.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja á tlf 73 00 20.

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur