Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Scherzo – føroysk samtíðarlist
SUMMARFRAMSÝNINGIN 2026
Vit liva í einari rembingartíð, har grundleggjandi ímyndanir av friði, sátt og semju og virðing fyri menniskjarættindum syndrast, og har óvissan veksur. Kortini finst vakurleikin framvegis, bæði í veruleikanum og í listini. Kanska verður ansurin fyri tí vakra og góða enntá uppaftur størri, júst tá ið myrkrið streingir á.
Ársins summarframsýning Scherzo – føroysk samtíðarlist hevur nakrar av sterkastu røddunum á føroyska samtíðarlistapallinum. Níggju listafólk við verkum, sum fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti.
Tey luttakandi listafólkini eru Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen.
Framsýningin er kuraterað av Kinnu Poulsen, sum útgáv bókina Í eygnahædd – um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld í fjør, ið er nýliga útkomin á enskum við heitinum At Eye Level: On 21st Century Contemporary Art in the Faroe Islands.
Heitið Scherzo, sum er úr tónleikaheiminum, lýsir lívlig og spælandi tónaverk, sum samstundis kunnu rúma einum hektiskum, ørkymlandi og uppøstum huglagi, eitt nú í yrkingini Scherzo eftir Bergliot Heinesen frá 1938. Hon var minni kenda lítlasystir William Heinesen, ein bohemi, sum ikki kendi seg sjálva í støðufasta plássinum hjá kvinnuni í samfelagnum. Framsýningin heiðrar hana, umframt aðrar frávikjarar og glataðar spælimenn, sum ikki gjørdu tað, sum samfelagið væntaði av teimum.
Um kurateringina sigur Kinna Poulsen:
"Eins og yrkingin Scherzo myndar framsýningin eitt egið dramatiskt og poetiskt univers; eitt dropasteinshelli av føroyskari samtíðarlist við denti á tað vakra, sansaliga og kropsliga lívið – á stórfingna skapan og forfall á okkara føgru, gomlu og slitnu jørð."
Fernisering verður, tá ið framsýningin letur upp fríggjadagin 12. juni kl. 15.00.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar