Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Simon Talbot – Stand-up skemt (DK)

EKSTRA EXTRA – við konfettikanónum, anekdotum um nalvablusur og smáu og stóru stríðini í lívinum

Gev gætur! EKSTRA EXTRA er flutt frá 9. mai til leygarkvøldið 20. juni kl. 18.30.
Er nakað skemtiligt í at missa pápa sín? Sjálvandi er tað ikki tað - men Simon Talbot dugir at venda sjálvt tí truplasta í lívinum til nakað skemtiligt. Í nýggja skemti sínum EKSTRA EXTRA verða áhoyrararnir tiknir við á ferð gjøgnum tey smáu og stóru stríðini í lívinum: frá viðgerð fyri barnloysi og faðirskap til at missa pápan – og tað er við fullari ferð og allatíðina við einum skálkabrosi.
Skemtið er sniðfundiga blandað saman av tí persónliga og tí merkisverda: fjálgum, ærligum søgum, løgnum eygleiðingum, garrvillum anekdotum - umframt eyðkenda kropsskemtinum, konfettikanónunum og orkuni á pallinum.
Í Danmark hava nógvar útseldar sýningar verið av EKSTRA EXTRA og hava áhoyrararnir standandi fagnað sýningini við lógvabrestum. Ummælarar hava skírt skemtisýningina at vera serstakliga stuttliga og rørandi.
Nú hava áhoyrararnir í Norðurlandahúsinum høvið at uppliva ein av sjónskastu skemtarunum í Danmark í toppformi.
Talbot hevur altjóða royndir við eitt nú at hita upp fyri Russell Howard í USA, umframt at hann við EKSTRA EXTRA samstarvar við so dugnalig fólk sum Heinrich Christensen, instruktør, og Benjamin la Cour, pallsmið.
Um Simon Talbot Simon Talbot hevur hesi seinastu góðu 15 árini staðfest seg sum eyðkendasti skemtarin í Danmark. Talbot hevur mangan verið róstur til skíggja og hevur hann nógvar fjepparar. Nú borgar navnið Talbot fyri skemti á høgum stigi. Hann skarar framúr við sínum markleysa einmansskemti, kreativu sketsjum og mongu løtunum í sjónvarpi, har hann við sínum humor er vorðin serstakliga væl dámdur av hyggjarum.
Ummælarar hava m.a. skrivað hetta um sýningina: 
“Ekstra Extra er Simon Talbot classic med guldglitter, konfetti og fyrværkeri drysset på toppen... hvor hans flamboyante kombination af bling-bling og hormonsprøjter går op i en højere og særdeles latterfremkaldende enhed.” ★★★★★ Iscene
”Simon Talbot shiner i bogstaveligste forstand og giver sine kollegaer i branchen kamp til stregen....” ★★★★★ Kulturtid
Aðrar skemtisýningar hjá Simon Talbot eru:

’Optur’ (2021-2022)
’Make Denmark Great Again’(2018 og 2019)
’Mr. Copenhagen’ (2016)
’Talle Alene i Verden’ (2013)
’Damp’ (2011)

 
Fyriskipari av tiltakinum er Eventz Føroyar. 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar