Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Søgufrøi: Sweet Shop on The Shore

"Sweet Shop on The Shore" framførsla hóskvøldið 22. august kl. 19.00

Kate Corkery fortelur sína heilt persónligu søgu sæð við hennara eygum, tá ið hon sum sjey ára gomul veksur upp í lítlu bygdini við Passage West í Cork county. Bygdin liggur út til havið og áin Lee rennur beint framvið har, sum Kate og familjan búðu. Hjarta í bygdini er lítli bommhandilin og hiðani verða søgurnar spunnar. Kate var orðblind og nunnurnar í skúlanum vóru strangar. Søgan um, hvussu Kate samantvinnar hennara barnaminnir við staðið og landslagið, hon veksur upp í, er kjarnin í hesi frásøguni.

Kate er uppvaksin í Cork í Írlandi men hevur seinastu mongu árini búleikast í London, har hon sum søgusigari er knýtt til stovnarnar 'Irish Cultural Centre' og 'London Irish Centre'. Hon hevur ferðast til mong lond og festivalar í Kina, Suðuramerika, Russlandi, Spania, Belgia, Norra, Danmark fyri bæði at framføra men eisini leggja øðrum lag á, hvussu ein fær gjørt søgur livandi og hugtakandi. Hon brennur fyri, at kynstrið at siga frá søgum eisini verður partur av skúlagongdini og í tí sambandinum stovnaði hon 'Everyday Magic', sum arbeiðir við at fáa søgur, tónleik og list út á skúlar í London. Í 2017 skrivaði hon bókina "Cork Folk Tales" sum er eitt fjølbroytt bland av stuttligum, rørandi, blóðtystum, og ógvusligum søgum úr Cork. Hon hevur vunnið "Fringe First Award" fyri hennara einanstandandi leiklut at menna kynstrið at siga frá søgum, og hennara heilt persónliga frásøga "Sweet Shop on The Shore" vann "Performance of the Year" í Bretlandi.

Kostnaður kr. 100 (+ avgjald) , íroknað kaffi í steðginum.

Bústaður

Løkshøll conference hall

Rókavegur 1

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar