Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Søgufrøi: Verkstova

Søgufrøði-verkstova í skúlanum í Oyndarfirði 23. august.

Kate Corkery hevur áður verið í Føroyum og havt skeið í kynstrinum at miðla og siga frá søgum; persónligum ella almennum søgum, veruligum ella íspunnum søgum. Verkstovan vendir sær til øll, ið hava hug til at siga frá søgum og menna førleikarnar til tess. Talan kann verða um lærarar, ferðaleiðarar, sjónleikarar, fyrilestrahaldarar, stand-up, og annars øll, ið eru áhugað í søguforteljing og miðling.

Talið av luttakarum er avmarkað soleiðis at hvør einstakur fær so nógva tíð sum til ber. Sjálv frálæran fyrigongur seg á enskum, men frásagnirnar kunnu vera á føroyskum.

Verkstovan byrjar kl. 15.00 við, at Kate greiðir frá og gevur góð ráð um framburð og teknikkir. Síðani er ein matarsteðgur, har høvi eisini verður at ganga ein túr ella fyrireika seg. Kvøldið endar við, at luttakararnir sleppa at royna seg sum søgusigarar.

Kate er uppvaksin í Cork í Írlandi men hevur seinastu mongu árini búleikast í London, har hon sum søgusigari er knýtt til stovnarnar 'Irish Cultural Centre' og 'London Irish Centre'. Hon hevur ferðast til mong lond og festivalar í Kina, Suðuramerika, Russlandi, Spania, Belgia, Norra, Danmark fyri bæði at framføra men eisini leggja øðrum lag á, hvussu ein fær gjørt søgur livandi og hugtakandi. Hon brennur fyri, at kynstrið at siga frá søgum eisini verður partur av skúlagongdini og í tí sambandinum stovnaði hon 'Everyday Magic', sum arbeiðir við at fáa søgur, tónleik og list út á skúlar í London. Í 2017 skrivaði hon bókina "Cork Folk Tales" sum er eitt fjølbroytt bland av stuttligum, rørandi, blóðtystum, og ógvusligum søgum úr Cork. Hon hevur vunnið "Fringe First Award" fyri hennara einanstandandi leiklut at menna kynstrið at siga frá søgum, og hennara heilt persónliga frásøga "Sweet Shop on The Shore" vann "Performance of the Year" í Bretlandi.

Kostnaðurin er 350 kr (+ avgjald), íroknað náttvera og kaffi. Tilmelding á loksholl.fo

Bústaður

Skúlin í Oyndarfirði

Oyndarfjørður

Eysturoy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar