Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Støkk-inn dansiverkstovur og framløgur

FJØLMENTANARVIKAN 2026

Í ár verður stórur Fjølmentanardagur í Norðurlandahúsinum við dansi, framløgum og sýningum. 
Tú kanst gleða teg til at royna yoga, indiskan dans, bachata og zumba, tá bjóðað verður til ymiskar verkstovur sama dag. Tú nýtist ikki at kenna stevini frammanundan, tú nýtist heldur ikki at hava ein dansimaka, og tú fært høvi at royna allar verkstovurnar uttan tilmelding. 
Kom sum tú ert og dansa saman við okkum!
Sum nakað nýtt fara eisini tveir tilflytarar at hugleiða um lívið í Føroyum, og at enda bjóða vit tær til Boreali Land, ein dansiframsýning við Anna Borrás Company. Eftir leikin fortelur Anna frá sínum kreativa arbeiði, og luttakarar sleppa at royna seg eitt sindur í samtíðardansi. Trýst her fyri meira kunning. 
Eisini er myndaframsýningin Áarmót at síggja í Dansistovuni. Trýst her fyri meira kunning.
Skrá
11.00 Yoga við Vivien Tejsi. Øll kunnu verða við, bæði roynd og óroynd.
12.00 Verkstova 1: Lær at dansa indiskan dans við Bipashu Das.
13.00 Framløga: Vivien Tejsi flutti higar í 2022. Hoyr hana greiða frá lívinum sum yogalærari og heilsufrøðingur á Cozy Corner, um hennara útbúgving innan biokemi og neurobiologi, og um týdningin av felagskapi, tá tað kemur til at tryggja trivnað og góða sálarheilsu.
13.30 Verkstova 2: Lær at dansa bachata við dansibólkinum Bailamos.
14.30 Framløga: Kostas Garaflos flutti higar í 2021. Hoyr hann greiða frá lívinum við døtrum, arbeiði, kappsúkkling og tað at flyta til eitt annað land og byggja sær eitt nýtt lív.
15.00 Verkstova 3: Lær at dansa zumba við Nathalie Olsen og Sóleyð Hermansen.
16.00 Øll samlast til samtíðardans og sýningina av Borali Land. Eftir sýningina greiðir dansarin Anna Borràs stutt frá verkinum og, tey sum vilja, sleppa at royna seg í samtíðardansi. 
Luttøkan er ókeypis allan dagin. Norðurlandahúsið letur aftur kl 17.00.
Fjølmentanardagurin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommunu.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur