Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Svansa og sansa við Joan Waag Høgnesen

BÓKADAGAR 2024: Søga og verkstova við Svansi-Bob!

Kom og svansa og sansa við Svansi-Bob. Joan Waag Høgnesen fer at lesa sína nýggju myndabók, Svansi-Bob. Bob er ein grísur. Bob elskar at eta. Bob hevur hoyrt, at lekkur matur er at fáa í býnum ...

Hevur tú nakrantíð hugsað, hvar orðið svansibob kemur frá? Nei? Tað hevur Bob heldur ikki, og hann skilir ikki, hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill. Bob er jú bara svangur. Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

Aftaná søguna sleppa børnini at sansa og svansa. Við bindi fyri eygunum kunnu tey nerta og smakka ymiskt av tí, sum Bob fekk at eta, og vita, um tey klára at gita, hvat tað er.

Tiltakið er fyri børn undir skúlaaldur.

Joan Waag Høgnesen hevur skrivað Svansi-Bob, Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út.

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri tiltakinum á Bókadøgunum saman við Norðurlandahúsinum.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur