Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Vælverudagar í Skálavík
Vælverudagar í Skálavík - Eitt vikuskifti við fokus á trivnað og nærveru.
Í døgunum 08. - 10. mai verur tiltakið Vælverudagar í Skálavík. Hetta er eitt tiltak, har dentur verður lagdur á vælveru, náttúru, felagsskap og sum savnar fólk úr øllum landinum til eitt róligt og innihaldsríkt vikuskifti.
Skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá yoga og sauna til fyrilestrar, gongutúrar og mentanarlig tiltøk. Gestir fáa møguleikan, at royna ymiskar hættir at styrkja bæði kropsliga og sálarliga trivnaðin í natúrliga og friðarliga umhvørvinum í Skálavík.
Millum hæddarpunktini eru fyrilestrar um akupunktur, uppmerksemi og heilsu. Yoga tímar við Berja Yoga, sauna og hitapottur, stand-up við Elisu Vang og konsert við Marius Ziska. Eisini verða tiltøk fyri børn, umframt gongutúrur til Skálhøvda saman við Náttúrutrapi.
Endamálið við Vælverudøgum er, at skapa eitt stað, har fólk kunnu steðga á, finna ró og fáa íblástur til eitt betri og meiri javnvigað lív.
Tiltakið er opið og ókeypis fyri øll, men tað er avmarkað atgongd til flestu tiltøkini.
Um tú vil tryggja tær pláss til ymisku liðtímarnar, so er at senda ein mail til info@visitsandoy.fo ella skriva seg upp á staðnum.
Bústaður
Skálavík
Gerðisvegur
Sandoy
Hetta tiltakið er skipað av
Visit Sandoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar