Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Verkstova við Vesturgarði
Nálatøv eitt vakurt hjarta úr ull
Hevur tú hug at royna nakað skapandi og hugnaligt? 🧶
Kom forbí og fá eitt spennandi innlit í, hvussu ull verður karað og spunnin – frá ráari ull til vakurt, serligt tógv. Vesturgarður arbeiðir við síni egnu ull og skapar nakað heilt serligt úr henni 💛
Á verkstovuni fært tú møguleikan at royna teg sjálva/n sjálvan:
👉 Nálatøva eitt vakurt hjarta úr ull, sum tú kanst taka við heim sum prýði
☕ Drekkamunnur og okkurt gott afturvið
📍 Hvar: Á havnalagnum í Vági (beint uttanfyri Tangavirkið)
🕒 Tíð: Leygardagin 2. mai frá kl. 15:00 – 17:00
💰 Kostnaður: 195 kr.
Tak vinfólkini við og kom og uppliv eina hugnaliga løtu við hondarbeiði og góðum stemningi. Avmarkað pláss, atgongumerki kann keypast her: leinki til billet.fo
Um Vesturgarð:
Barbara Vestgaard og Marita Vestergaard í Lágabø eru kvinnurnar handan Vesturgarð – ein lokal, lítil fyritøka, ið er serkøn í sniðgeving og binding av føroyskum pløggum við einum nútímans dámi. Á Vesturgarði verður alt gjørt frá grundini av – hondkarðað og hondspunnið føroysk tógv - til at binda og skapa vøkur, serstøk pløgg við hond. Á Vesturgarði kanst tú uppliva veruliga “slow fashion”, har dentur verður lagdur á burðardygd og gott handverk, og har tvey pløgg ikki eru eins.
Bústaður
Vesturgarður Showroom
3 Bryggjan
Suðuroy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar