Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Bøur- Gásadalur

  • jan-erik-waider-jpg
    Bøur. Mynd: Jan Erik Waider
  • b-ur-g-sadalur-gilli-photography-1-jpg
    Mynd: @gilli.photography
  • b-ur-g-sadalur-gilli-photography-jpg
    Mynd: @gilli.photography
  • 2021-04-02-bour-gasadalur-005-img-0792-jpg
  • 2021-04-02-bour-gasadalur-008-img-0800-jpg
  • 2021-04-02-bour-gasadalur-010-img-0813-jpg
    Risasporið sæst enn á leiðini ímillum Bø og Gásadals Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-02-bour-gasadalur-011-img-0816-jpg
  • 2021-04-02-bour-gasadalur-012-img-0821-jpg
  • gilli-photography-jpg
    Bygdagøtan yvir Gásadali. Mynd: @gilli.photography
hike poster

Gakk eftir gomlu bygdagøtuni til vøkru bygdina Gásadal, sum var ein tann avbyrgdasta bygdin í Føroyum til fyri fáum árum síðan

Gongdin byrjar í dalinum á leið tríggjar kilometrar vestan fyri Bø. Gøtan byrjar um ein kilometur sunnan fyri (ella vinstrumegin) tunnilsmunnan. Tú sært gøtuna, sum fer lykkjuskotin niðan Gásadalsbrekkuna.

 

Gásadalur var ein tann mest avbyrgda bygdin í Føroyum. Ilt er at koma til bygdina sjóvegis, og tað var ikki fyrr enn í 2004, at bygdin fekk vegasamband við restina av oynni í sambandi við, at bergholið varð gjørt. Gásadalsfólk plagdu at ganga hesa gøtuna, tá ið tey fóru í grannabygdirnar til handils ella í øðrum ørindum.  Tyrlan fór at flúgva hagar í 1983.

 

Fyrsti teinurin er brattur og gongur heilt út á fjallatromina. Gakk tí ógviliga varliga, men gloym ikki at njóta frálíka útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.

 

Í 2014 kláraðu tveir menn at klíva upp á allar fimm tindarnar í Tindhólmi. Eingin kirkja er í Gásadali, so skúlin  verður brúktur til gudstænastur. Kirkjugarðurin er frá 1873. Fyri tað vórðu fólk grivin í Bø, so kistan varð borin upp um fjallið til Bíggjar. Túrurin var tungur, og berararnir kundu bara hvíla seg við Líkstein, sum tú gongur teg framá á hálvari leið.

 

Longri frammi kemur tú til kelduna Vívda. Søga er um, at eitt barn í Gásadali var illa sjúkt og mátti til lækna í Bø. Á veg til Bíggjar versnaði barnið og var um at doyggja. Sambært lutherskari trúgv fær sálin ikki frelsu, er barnið ikki doypt. Tí gjørdi prestur, ið var við á ferðini, ikki mætari enn at víga kelduna og doypa barnið.

 

Heldur tú fram, sært tú Risasporið. Søgn er um tveir risar. Annar búði í Gásadali, hin í Mykinesi. Einaferð teir skeldaðust, ætlaði gásadalsrisin sær til Mykines at fáa enda á ósemjuni. Hann tók dik á seg eftir fjallinum, setti av, og í einum lopi var hann í Mykinesi. Hann setti so harðliga av, at fótasporið sæst tann dag í dag.

 

Av Skarði smýgur gøtan sær ígjøgnum líðina oman í bygdina. Ansa væl eftir leysum gróti! Útsýnið oman yvir Gásadal er ein tann fagrasta sjón, tú sært. Lítla, vakra bygdin er umgird at grønum bøi við trútnum høgum fjøllum. Eitt teirra er Árnafjall, sum við sínum 722 metrum er hægsta fjall í Vágum.

 

Í bygdini eru toftir úr miðøld. Tær nevnast Uppi við Garð og Gæsutoftir.

 

Gøtan er sjónlig tað mesta av vegnum.  Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað er kanska eitt sindur vakrari at ganga til Gásadals, har ein síðani kann njóta eina løtu í lítlu bygdini.

Bøur- Gásadalur
Gásadalur - Bøur

Bøur- Gásadalur

Leið 350 koyrir til Gásadals. Sí ferðaætlan her: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/350-torshavn-flogvoellur-gasadalur 

Parkering, Bø
Onki hampiliga stórt alment parkeringspláss, er Bíggjarmegin (í Áardali). Tískil er parkering viðmæld í Gásadali.  Annars er okkurt lítið parkeringspláss við landsvegin Bíggjarmegin. Haðani skal gangast út eftir 400m. langa uppdyrkingarvegnum, sum byrjar 350 metrar uttanfyri tunnilsmunnan. Úti á endanum á hesum uppdyrkingarvegi er eitt stórt skelti og pelar, sum vísa á bygdagøtuna.

  • Startingpoint-Bøur-Gásadalur-Villagepath
    Bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Bøur-Gásadalur-Villagepath
    Bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Bøur-Gásadalur-Villagepath
    Bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.

Gásadalur - Bøur

Ikki slepst til Bíggjar og Gásadals við almennum flutningsførum. 

Kemur tú í bili, er best at seta bilin í Gásadali og annaðhvørt ganga aftur og fram ella biðja hýruvogn koyra teg aftur úr Bø til Gásadals.

Parkering, Gásadalur
Góð parkeringsviðurskifti eru í Gásadali. Gøtan byrjar 75 metrar uttanfyri tunnilsmunnan. Beint niðanfyri, ella 460 metrar eftir landsvegnum, er eitt stórt parkeringsøkið fram við landsvegnum, beint omanfyri rættina, har ein kann seta bilin frá sær. Eisini inni í sjálvari bygdini er tað stóra parkeringsøkið, har ein eisini kann seta bilin frá sær. Har er eisini eitt alment WC.

  • Parking-Startingpoint-Gásadalur-Bøur-Villagepath-Hiking
    Grøna strikan vísir parkeringsøkið og bláa strikan vísir byrjunarstað.
  • Parking-Startingpoint-Gásadalur-Bøur-Villagepath-Hiking
    Grøna strikan vísir parkeringsøkið og bláa strikan vísir byrjunarstað.
  • Parking-Startingpoint-Gásadalur-Bøur-Villagepath-Hiking
    Grøna strikan vísir parkeringsøkið og bláa strikan vísir byrjunarstað.
Bøur- Gásadalur
Gásadalur - Bøur

Bøur- Gásadalur

Gásadalur - Bøur

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
440 m

Hægsta stað

family icon
326 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn frá 10 ár og eldri. Niðan frá Gásadali er eitt sindur bratt, grýtut og knortlut, við nógvum smásteinum á gøtuni, har tað ikki riggar so væl et ganga hjá einum smábarni. Bíggjarmegin verður gingið tætt framvið eggini til Bíggjarskor, har tað er snipst útav.
difficulty icon Avbjóðandi - Henda bygdagøtan er í grundini góð at ganga. Bratta brekkan niðan frá Gásadali er orsøkin til, at gøtan er flokkað sum avbjóðandi. Niðan frá Gásadali er gøtan knortlut at ganga, men als onki óvanligt fyri eina bygdagøtu. Eina løtu gongur gøtan tætt niðan við eggina við Bíggjarskor, har tað er snipst út av. Men her kann ein bara halda seg eitt sindur inn frá eggini meðan gingið verður fram við.
terrain icon Niðan frá Gásadali er eitt sindur bratt, har grót og smásteinar liggja á gøtuni. Tað er valla og gott lendi niðan gjøgnum Gásadalsbrekkuna (Bíggjarmegin) – hóast brekkan í støðum er eitt sindur brøtt, og har komið verður tætt út á eggina til Bíggjarskor. Í dalinum Lírabergi, millum Gásadalsbrekkuna og Á Skarð, er sera góð gøta allan vegin, hóast hon onkustaðni er eitt sindur ber (eyrur).
2°C
4 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours