Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fámjin - Vágur
Ein túr fyri vestan á Suðuroynni, við góðum útsýni yvir vøkru fjøllini rundan um Fámjin, stóru og hugnaligu vøtnini í dølunum vestanfyri, umframt føgru leiðina oman til Vágs.
Í Fámjin ber til at byrja túrin við kirkjuna. Haðani gongur tú niðan gjøgnum geilina við Fámjinsveg 41 og síðan út á bygdagøtuna. Beint eftir, at komið verður niðan um landsvegin, er neyðugt at klúgva upp um eitt hegn fyri at halda fram eftir bygdagøtuni.
Gakk longu brekkuna niðan í Reyðabakka, sum liggur í 375 m hædd. Á veg niðan kanst tú njóta útsýnið yvir fjøllini rundan um Fámjin, ið eru tiltikin vøkur. Komin niðan í Reyðabakka gongur tú víðari suðureftir gjøgnum Fløtuna. Eftir at hava gingið 1,3 km eftir fløtuni kemur tú suður í Bjarghaga, har gingið verður ígjøgnum eitt portur.
Í Bjarghaga síggjast fleiri størri og smærri vøtn, harav tey størstu eru Mittvatn í 347 m hædd, og Ryskivatn í 244 m hædd. Útsýnið yvir nógvu vøtnini, sum í ymiskum hæddum liggja spjadd runt í líðum og dølum í Bjarghaga, er serstakt og sera vakurt á at líta. Oman fyri vøtnini eru vøkru fjallatopparnir Borgin og Borgarknappur umframt Glopprókin, sum við stóra stabbagrótinum á sjálvum fjallarygginum allarhelst er eindømi í Føroyum.
Halt leiðina fram oman til tað niðasta vatnið, Ryskivatn, sum eisini er tað størsta, og sum síðan 1921 hevur veitt vatn til vatnorkuverkið beint niðanfyri. Gakk víðari fram við vatninum og haðani stutta strekkið yvir á uppdyrkingarvegin, sum tú so fylgir teir 850 metrarnar yvir á Hálsar.
Tað er møguligt at seta bilin frá sær á stóra parkeringsplássinum beint niðanfyri vatnbyrgingina á Ryskivatni. Teinurin her frá og til høvuðsvegin í Fámjin er 4,1 km. . Meðan gingið verður yvir til Hálsar, sært tú oman á elverkið í Botni, sum er fyrsta elverk í Føroyum.
Tá tú kemur til vatntangan við Hálsar, snarar tú eitt sindur til høgru av vegnum, og fylgir varðunum omaneftir móti Vági. Við góða og vakra útsýninum út eftir Vágs firði og suður á Beinisvørð, heldur tú leiðina fram omaneftir, har tú til seinast kemur til djúpu gjónna við Gjógvará. Nøkur hegn eru á vegnum, sum tú mást gleiva upp um.
Fámjin - Vágur
Leið 701 Fámjin–Tvøroyri–Sandvík. Flestu av túrunum eru sokallaðir T-túrar, t.e. at bussarnir skulu tilkallast 1 tíma undan fráferð sum nærri greitt frá á heimasíðuni hjá SSL.
Parkering, Fámjin
Í Fámjin er gott at seta bilin á stóra parkeringsplássið, har sum bygdagøtan fer niðan frá landsvegnum – sí grønu strikuna á myndini. Haðani verður gingið beint niðaneftir (bláa strika, nr. 1), har tú beinanvegin sært varðarnar, sum standa tætt allan vegin niðaneftir.
Um tú hevur sett bilin við kirkjuna í Fámjin, ber til at ganga niðan gjøgnum geilina, har portur eru í erva og neðra, og haðani niðan á landsvegin (sí píl nr. 2 á mynd), har síðan verður hildið fram sum omanfyri nevnt eftir píli nr. 1.
Vágur - Fámjin
Leið 700 koyrir Sumba–Vágur–Tvøroyri. Í Vági eru uml. 4,5 km at ganga frá busssteðgiplássinum niðan til Ryskivatn, haðani bygdagøtan gongur.
Parkering
Tú kanst seta bilin har Traðarvegur kemur oman á Gjógvaráveg
Fámjin - Vágur
Vágur - Fámjin
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar