Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hósvík - Leynavatn
Ein spennandi og avbera vakur túrur, har dalur, gjógv og hugnaligt umhvørvið við Leynavatn seta sín serliga dám á túrin
Í Hósvík verður gingið niðan við tí mjáu og breiðu Lágá. Fleiri stórar áir møtast beint uttan fyri bøgarðin í hesa ánna. Við øllum hesum áum og tungum teirra millum, er sera hugnaligt og vakurt at ganga niðan. Tá ið gingið er niðan við Smørdalsá, verður komið í Smørdal. Uppi í Smørdali er friðsælt, bara heiðafuglur hoyrist og tutlið frá ánni, sum makliga rennur gjøgnum dalin. Hetta er sum at koma í aðra verð, og leivdirnar frá torvheiðunum minna um farnar tíðir.
Úr Smørdali verður gingið brøttu brekkuna niðan við tí stórfingnu Hósvíksgjógv og niðan á Lírahjalla. Hetta er allarhelst tyngsta og torførasta strekkið á leiðini. Men haðani er gott at ganga allan vegin niðan á Hósvíksskarð, millum Bøllufjall og Gívrufjall.
Oman móti Leynavatni er gott at ganga – eitt sindur bratt er seinasta strekkið oman ímóti vatninum.
Her verður gingið eftir einum ryggi millum tveir dalar, við vøkrum útsýni yvir Mjáuvøtn, Kollfjarðardal, Vestmannasund og Vágar, alt meðan harurnar renna um beinini á tær.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað veldst um veður og ætt, hvør farleiðin er er tann betra.
Hósvík - Leynavatn
Leið 450 steðgar í Hósvík. Og leið 300 til Flogvøllin umframt leið 100 til Vestmanna steðgar við tunnilsmunnan í Leynum. Sostatt ber til at seta bilin í Hósvík ella Leynum og koyra aftur til bilin við bussi.
Parkering, Hósvík
Góðar umstøður eru at seta bilin í Hósvík, við kirkjuna ella við skúlan.
Tveir vegir eru niðan til portrið út um bøgarðarnar: Niðan gjøgnum Geilina, ella niðan eftir Vørðuvegi, fram við skúlanum og síðan beint niðan um fótbóltsvøllin og haðani til høgru um eitt lítið svart hoyggjhús og yvir um nýggju brúnna tvørtur um Lágá, haðan komið verður í gøtuna niðan frá Geilini (sí myndir).
Leynavatn - Hósvík
Leið 450 steðgar í Hósvík. Og leið 300 til Flogvøllin umframt leið 100 til Vestmanna steðgar við tunnilsmunnan í Leynum. Sostatt ber til at seta bilin í Hósvík ella Leynum og koyra aftur til bilin við bussi.
Parkering, Leynar
Góðar umstøður eru at seta bilin í Leynum, beint norðan fyri brúnna tvørtur um Dalá. Set bilin við grønu linjuna (sí mynd) og gakk út gjøgnum portrið eftir bláu linjuni.
Hósvík - Leynavatn
Leynavatn - Hósvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar