Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hov - Fámjin

  • 2021-04-24-suduroyarturur-021-img-0476-jpg
    Útsýnið yvir Hov, frá Mannaskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-018-img-0463-jpg
    Útsýnið yvir Hov, frá Mannaskarð. Til høgru sæst ein lítil partur av Vatnsnes koma undan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-019-img-0465-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarð yvir Hovsdal og vøtnini Vatnsnes og Bessavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-017-img-0497-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarði yvir dalin sunnanfyri Øravík. Til vinstru sæst Nónfjall, 427m. Eitt sindur til høgru fyri miðjuna á myndini sæst Tingstovan - gamli tingstaðurin í Suðuroynni, eisini kalla Uppi millum stovur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-014-img-0445-jpg
    Útsýnið yvir dalin millum Fámjinsskarð and Mannaskarð, har vit m.a. síggja Nykavatn. Í baksýninum Enni, 424m. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-023-img-0486-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarð yvir Trongisvágsfjørð. Fremst á myndini sæst Øravík, meðan Tvøroyri sæst hinumegin fjørðin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-022-img-0481-jpg
    Útsýnið av Mannaskarði tvørtur yvir Trongisvágsfjørð og djúpa og vakra Hvannhaga. Í baksýninum Skúgoy and Sandoy. Aftast radarin á Sornfelli (749m.) and Skælingur (767m.), ávikavist 62 and 65km norðanfyri. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-009-img-0504-jpg
    Útsýnið yvir Fámjinsdal frá Fámjinsskarði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-011-img-0498-jpg
    Útsýnið yvir Fámjinsdal frá Fámjinsskarði. Í baksýninum Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-010-img-0441-jpg
    Útsýnið frá Fámjinsskarði suður móti fjøllunum Borgarknappur (574m.) og Borgin (570m). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-013-img-0501-jpg
    Kirkjuvatn omanfyri Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-006-img-0071-jpg
    Útsýnið yvir Fámjin uppi frá tí fyrsta varðanum á bygdagøtuni til Hov. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein sera vakur túrur tvørtur um Fámjinsskarð og Mannaskarð, har góða útsýnið, m.a. yvir teir tríggjar stóru dalirnar hvørjumegin við, seta sín serliga dám á túrin.

Hov - Fámjin

Byrjað verður í Hovi. Um ein vil ganga alla bygdagøtuna, verður byrjað við vatntangan og vatnverkið, sum liggur beint uttan fyri rulluportrið á vegnum niðan til vatnbyrgingina í Hovsdali (sí P1 á myndunum). Haðani verður gingið niðan til fyrsta varðan, sum sæst 145 metrar beint niðan frá rulluportrinum. 

Sambært hovbingum er tað vanligt at koyra heilt niðan til parkeringsplássið, sum liggur 175 metrar frá vegendanum við vatnbyrgingina (sí P2 á myndunum), og ganga haðani niðan eftir bygdagøtuni úr Porkeri, til hon møtist við bygdagøtuna millum Hov og Fámjin.

Leiðin niðan á Mannaskarð fram við varðunum er vallað, men eitt sindur brøtt. Komin niðan á Mannaskarð er sera vakurt at hyggja út yvir stóra Hovsdalin við sínum vøtnum, ryggjum og rivum. Fjallarøðin rundan um dalin møtist frá báðum síðum uppi í tí tignarliga Borgarknappi, sum við sínum 574 metrum er hægsta fjall í økinum. Haðani heldur fjallaketan fram vestureftir á syðru síðu á Fámjinsdali.

Í Ærgidali, sunnan fyri ánna millum stóru vøtnini Bessavatn og Vatnsnes, hava fornfrøðingar grivið eina húsatoft út sum tekin um, at her hildu víkingar til, tá ið teir um summarið ansaðu neytunum í haganum.

Tá ið gingið verður um Mannaskarð, er útsýnið sera gott oman yvir Øravík og yvir á Froðba og Tvøroyri. Um veðrið er gott, síggjast Skælingsfjall og Sornfelli við sínum báðum hvítu radarakuplum.

Gøtan yvir á Fámjinsskarð sæst ikki. Har er tó hampiliga gott at ganga teir 400 metrarnar eftir beinu leiðini gjøgnum smágrótið. 

Á Fámjinsskarði kann ein njóta vakra útsýnið yvir hesa náttúruperluna – Fámjinsdal. Her síggjast á syðru síðu Borgarknappur, Borgin og Glopprókin við sínum stabbagróti.

Á norðaru síðu sæst Kirkjuvatn akkurát koma undan.

Leiðin oman til Fámjins er ein long undanbrekka fram við varðunum, sum tætt er ímillum. Til seinast verður gingið oman av Mosavøllum, oman gjøgnum Traðarhamar og haðani inn gjøgnum portrið í seyðarættini. Frá rættini er gøta oman á vegin. 

Hov - Fámjin
Fámjin - Hov

Hov - Fámjin

Bussamband

Tað er gott samband til Hovs á leið 700

 

Parkering

Tað valdast eitt sindur, um ein vil ganga eftir bygdagøtuni, har hon byrjar niðri frá rulluportrinum, sum er 240 metrar frá 180-stig-svinginum á vegnum niðan á Hovsegg (P1), ella ein ger sum tey flestu, nevniliga at ganga frá parkeringsplássinum uppi í dalinum, 175 metrar frá vegendanum (P2), haðani gingið verður eftir gøtuni úr Porkeri niðan á Mannaskarð.

Bæði niðri við rulluportrið (P1) og uppi við gøtuna úr Porkeri (P2) eru góð parkeringsviðurskifti. 

 

  • parking-starting-point-hov-famjin-villagepath-overview-png
    Tað eru tvey parkeringspláss, P1 og P2, alt eftir hvussu tú ætlar at ganga út á bygdagøtuna til Fámjin.
  • hov-1-png
    Parkering beint uttanfyri bøgarðin (P1). Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-starting-point-hov-famjin-villagepath-2-png
    Parkering beint uttanfyri bøgarðin (P1). Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • hov-4-png
    Parkering uppi í dalinum, beint við stóra vatnið Vatnsnes (P2). Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • hov-5-png
    Parkering uppi í dalinum, beint við stóra vatnið Vatnsnes (P2). Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað

Fámjin - Hov

Bussamband

Tað er hampiliga gott samband til Fámjins á leið 701 Fámjin – Tvøroyri – Sandvík, men tað er fráboðanarskylda (tilkalling (T)) til flestu túrarnar, og onkur tilkalling skal gerast dagin fyri.

 

Parkering, Fámjin:

Parkera á stóra parkeringsplássinum við fjøruna, beint niðanfyri har, sum Traðavegurin kemur oman á Fámjinsvegin. Haðani skal gangast.

Við kirkjugarðin eru pláss fyri nøkrum bilum, men ikki er greitt, um loyvt er at parkera har – um so er, at onki pláss verður eftir til tey, sum skulu vitja kirkjugarðin.

  • famjin-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-starting-point-famjin-hov-villagepath-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir vegin til byrjunarstaðið
Hov - Fámjin
Fámjin - Hov

Hov - Fámjin

Fámjin - Hov

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
420 m

Hægsta stað

family icon
312 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi til børn omanfyri 8 ár
difficulty icon Miðal - Tað er eitt sindur bratt á syðru síðu á Mannaskarði. Men har er vallað og tískil gott at ganga.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur vátt. Eitt sindur bratt oman av Mannaskarði hovsmegin.
2°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours