Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hov - Øravík

  • 2021-04-24-suduroyarturur-004-img-0411-jpg
    Gamli vegurin millum Hov og Øravík, umvegis Hovsegg. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-006-img-0424-jpg
    Á Hovsvegnum, har bygdagøtan byrjar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-007-img-0423-jpg
    Á Hovsvegnum, har bygdagøtan byrjar. Ovast í miðjuni á myndini sæst eyðkendi Tindurin, sum gingið verður niðan á eystaru síðu (á høgru síðu á myndini) Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-008-img-0248-jpg
    Stabbagrót beint omanfyri har byrjað verður at ganga. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-010b-img-0244-jpg
    Hovsbygd. Í baksýninum Porkerisnes. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-015-img-0163-jpg
    Útsýnið uppi frá Gøturygsskarð yvir Trongisvágsfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-025-img-0561-jpg
    Hjallaskorahagi við Hovstúgvu í baksýninum. Gøtan gongur beint vinstru megin toppin og beina leið oman eftir Gøturyggi og haðani oman í høgra horn á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-017-img-0166-jpg
    Grýtuta lendi millum bygdirnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-023-img-0568-jpg
    Útsýnið yvir Øravík. Bygdagøtan frá Hov kemur inn frá vinstru síðu á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-026-img-0559-jpg
    Eystasti endi á Øravík, har gøtan kemur inn eftir Kaldakinn, sum sæst mitt á myndini. Gøtan Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-021-img-0174-jpg
    Gásaflokkur í Øravík. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Eftir bratta og avbjóðandi túrin niðan á Tindin er restin av túrinum ein stutt mótbrekka niðan undir Hovstúgvu (Túgvuna í Halgafelli), og síðan ein long og hugnalig undanbrekka oman til Øravíkar við góðum útsýni inn yvir Trongisvágsfjørð.

Hov - Øravík

Túrurin byrjar miðskeiðis á Hovsvegnum niðan á Hovsegg, í 180 metra hædd, áraka bátahylin í Hovi. 70 hæddarmetrar omanfyri er eyðkendi Tindurin, sum gangast skal niðan gjøgnum. Fyrsti sjónligi varðin stendur ovast í stígginum niðan gjøgnum Tindin.
Hetta sær bratt og avbjóðandi út, men ein góðan summardag hevur hetta onki upp á seg uttan kanska hjá tí, sum hevur hæddarræðslu. 


Tíverri er gøtan undir Tindinum ikki hildin. Hetta sæst eisini á einum varða undir Tindinum, sum hálvur er farin í einari skriðu, umframt at alt ov nógv leyst grót og tilfar liggur á leiðini. So her er bara um at geva sær góða tíð og finna sær eitt gott vallað stað at ganga niðan gjøgnum.
Komin niðan á Tindin er lættari at ganga, og stutt er niðan á Skarðið í Kambi – bert 30 hæddarmetrar. 
Útsýnið her uppi er avbera gott yvir Hov, Hovsfjørð og inn í Hovsdal.
Haðani er ein stutt og lítil mótbrekka niðan eystan fyri Hovstúgvu (Túgvuna í Halgafelli). 


Eftir at komið er um sýnina, byrjar ein long og lagalig undanbrekka allan vegin oman til Øravíkar. Meðan vit ganga oman fram við tøttu varðunum, njóta vit góða, vakra útsýnið inn gjøgnum Trongisvágsfjørð.


Tíverri er hegnað við innkomuna til Øravíkar við ikki minni enn tveimum hegnum, annað við píkatráði. Gongufólk mugu tí finna eitt trygt stað at fara uppum hegnið, til avvarðandi partar hava tryggja eina góða og lætta farleið eftir bygdagøtuni. 

Hov-Øravík
Øravík - Hov

Hov-Øravík

Bussamband

Gott samband er til Hovs og Øravíkar á leið 700.

Gangast má niðan eftir Hovsegg frá nærmasta busssteðgiplássinum í Hovi.

 

Parkering í Hovi

Bilar kunnu setast á stóru parkeringsplássunum fram við vegnum niðan á Hovsegg. Parkera bert í niðaru síðu á vegnum orsakað av vandanum fyri, at smásteinar rulla oman á vegin – sí grønu frámerkingina.

Haðani skal gangast eftir bláu linjunum hagar, sum ein gøta er gjørd at ganga eftir frá landsvegnum og niðan móti Tindinum.

  • hov-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
  • hov-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
  • hov-3-png
    Bláa linjan vísir leiðina niðan eystanfyri (høgrumegin) Tindin

Øravík - Hov

Bussamband

Gott samband er til Hovs og Øravíkar á leið 700.

Gangast má niðan eftir Hovsegg frá nærmasta busssteðgiplássinum í Hovi.

 

Parkering, Øravík:

Parkera við bønhúsið – sí grønar frámerkingar. Eftir ávísing frá Tvøroyrar Kommunu tann 22. apríl 2021 skal haðani verða gingið niðan í endan á Lítlubrekku, fram við húsunum á ovaru síðu, tvørtur um hegnið við píkatráðnum, sí bláu pílarnar, og haðani út til fyrsta varðan, sum sæst uppi á høvdini, sí reyðar frámerkingar.

  • oravik-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík
  • oravik-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík
  • oravik-3-png
    Tá tú gongur út gjøgnum Lítlabrekka 38, sí bláu linjuna, skalt tú ganga niðan móti varðunum, sum eru merktir við reyðum sirklum á myndini.
Hov - Øravík
Øravík - Hov

Hov - Øravík

Øravík - Hov

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4 km

longd

hilltop peak icon
330 m

Hægsta stað

family icon
168 m

Hæddarmetrar


family icon Niðan frá Hovsvegnum og niðan á Tindin mugu vaksin ansa væl eftir smábørnunum.
difficulty icon Miðal - Teir fyrstu 70 hæddarmetrarnir frá Landsvegnum í Hovi og niðan til Tindin eru teir brattastu og kunnu tykjast rættiliga reystir fyri summi fólk. Men her er tó gott at ganga hjá tí, ið er fysiskt væl fyri, ikki hevur hæddarsjúku og annars ansar væl eftir. Haðani er sera gott og slætt at ganga allan vegin til Øravíkar.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, tó ikki niðan úr Hovi, har gøtan ikki er hildin, og tískil er eitt sindur av leysum smágróti í tí annars vallaða stígginum frá landsvegnum og niðan gjøgnum Tindin.
4°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours