Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Húsavík - Skálavík

  • h-sav-k-derek-malou---d-malou-jpg
    Húsavíkar bygd. Mynd: Derek Malou - @d_malou
  • 2019-07-20-h-sav-k---sk-lav-k-101-img-0039-jpg
    Tær mongu og vøkru grótlaðingarnar við kirkjuna í Húsavík fáa ein til at steðga á og njóta løtuna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-20-h-sav-k---sk-lav-k-104-img-0020-jpg
    Útsigtin millum bygdirnar Húsavík og Skálavík, eysturyvir móti Sandi. Í bakgrundini 139m. høgi Salthøvdi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-20-h-sav-k---sk-lav-k-107-img-0042-jpg
    Útsýnið yvir Skálavík. Mynd: Óli Gardshodn
  • m-lini-sk-lav-k---kirstinvang-jpg
    Í Skálavík er upplagt at vitja hugnaligu cafeina á Mølini. Mynd: @kirstinvang
  • m-lini-sk-lav-k-inni---kirstinvang-jpg
    Í Skálavík er upplagt at vitja hugnaligu cafeina á Mølini. Mynd: @kirstinvang
hike poster

Ein lættur, friðarligur og vakur túrur. Serliga vakurt er at síggja vestur gjøgnum dalin og útsýnið til Sands

Í Húsavík er lætt at finna gøtuna. Tú gongur niðan eftir ovasta vegi á norðaru síðu í Húsavík. Har sum asfaltið endar, er portur, ið leiðir teg út á gøtuna. Fyrsti varði sæst ikki frá portrinum, men komin eitt sindur niðanfrá sæst fyrsti varðin, og síðani eru góðir og sjónligir varðar.

 

Í Skálavík er ikki eins lætt at finna leiðina, tí onki portur er har, sum gøtan kemur oman móti bøgarðinum. Tú skalt ganga uml. 350 m í ein eystan til eina rætt, har portur er at fara ígjøgnum. Fyrsti varði sæst ikki frá portrinum. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veður, ætt, sól og ferðslumøguleikar kunnu gera av, hvønn veg valt verður at ganga rutuna.

 

Leiðin er ikki sjónlig, men stórir varðar vísa vegin meginpartin av túrinum.

Húsavík - Skálavík
Skálavík - Húsavík

Húsavík - Skálavík

Ongin bussleið er beinleiðis ímillum Húsavík og Skálavík, men tað ber til at koma til Skálavíkar við leið 600 og til Húsavíkar við leið 601.

Báðar leiðirnar koyra til Skopunar, har fergan siglur frá. 

Parkering, Húsavík
Í Húsavík kann parkerast niðri við samkomuhúsinum Ungmannafelagið Sólarris, Fram við Ánna 1. Millum sandin og vegin er ein stór grasfløta, har ein kann seta bilin frá sær fram við vegnum. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni niðan gjøgnum bygdina og síðani út gjøgnum bøgarðsportrið. Hetta er samstundis ein hugnaligur túrur gjøgnum gomlu og vøkru bygdina.

  • Parking-Húsavík-Skálavík-Villagepath
    Set bilin við grønu strikuna og fylg bláu uppmerkingini fyri at finna byrjanina á túrinum.
  • Parking-Húsavík-Skálavík-Villagepath
    Grønu linjurnar vísa á parkering
  • 2019-07-20-h-sav-k---sk-lav-k-102-img-0025-jpg
    Gakk ígjøgnum portrið fyri at byrja túrin

Skálavík - Húsavík

Ongin bussleið er beinleiðis ímillum Húsavík og Skálavík, men tað ber til at koma til Skálavíkar við leið 600 og til Húsavíkar við leið 601.

Báðar leiðirnar koyra til Skopunar, har fergan siglur frá. 

Parkering, Skálavík
Til ber at seta bilin við fótbóltsvøllin í bygdini. Haðan verður gingið út móti rættini, har portrið er.

  • parkering-sk-lav-k-1-png
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláa linjan vísir á túrabyrjan
  • parkering-sk-lav-k-2-png
    Parkering við fótbóltsvøllin í bygdini
  • 2019-07-20-h-sav-k---sk-lav-k-111-img-0046-jpg
    Byrjan av túrinum
Húsavík - Skálavík
Skálavík - Húsavík

Húsavík - Skálavík

Skálavík - Húsavík

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
182 m

Hægsta stað

family icon
174 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg væl við børnum
difficulty icon Miðal - Vallað og gott at ganga allan vegin. Eitt sindur tungt er at koma niðan úr Húsavík. Leiðin er ikki sjónlig, men varðar eru meginpartin av túrinum
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur tungt er at koma niðan úr Húsavík
3°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours