Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hvalba - Trongisvágur

  • Uppi frá Íslendingi er útsýnið bæði gott og vakurt. Her síggja vit í ein útnyrðing oman á Hvalba og Norðbergseiði. Varðarnir síggjast vísa jøvnu og sløttu leiðina oman til Káragjógv. Ovast til høgru er Villinganøs, har Hvalbingar ganga niðan at síggja sólsetur og -rís. Mynd Óli Gardshodn.
  • Varðin við Sigmundarsteinar, stutt niðanfyri Káragjógv. Mynd Óli Gardshodn.
  • Káragjógv. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið nakað niðanfyri Káragjógv yvir Hvalbiarfjørð, har vit hesumegin síggja Nes og hinumegin Hvalba. Beint niðanfyri okkum í vinstru síðu, sæst Prestgøtan við sínum breiða og beina strekkið oman á Lítlhamar. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið har sum túrurin byrjar, 200 m. vestanfyri viðarlundina í Trongisvági. Mitt fyri á myndini sæst Mannagjógv, sum gingið verður niðan gjøgnum. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið niðanfyri Mannagjógv út eftir Trongisvágsfirði. Til høgru sæst kenda Oyrnafjall. Bygdagøtan byrjar beint vestanfyri viðarlundina, sum vit síggja mitt á myndini. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av bygdagøtuni oman yvir vakra Vatnsdal og Vatnsdalsvatn. Mitt fyri, ovast á myndini, síggjast fuglabjørgini á vestursíðuni á Skúvoy. Aftast fjøllini á oyggjunum norðanfyri, t.d. Skælingsfjall og Sornfelli. Mynd Óli Gardshodn.
hike poster

Stórsligin og spennandi túrur niðan fram við tí brøttu Káragjógv og eftir slættanum á Hvalbiarfjalli

Ferðin byrjar við Fitjarnar vestan fyri Nes. Fylg hegninum millum bøin og hagan niðan á Lítlhamar. Uppi á hamaranum er steinløgd gøta, sum nú er vallað. Gøtan eitur Prestgøta, helst tí at hon er so breið, at ikki var neyðugt hjá presti at fara av rossinum.
Leiðin gongur niðan fram við Káragjógv, har søgnin sigur, at Kári prestur datt oman á rossabaki. Beint áðrenn tú kemur niðan til gjónna, deilir hon seg. Tak niðaru gøtuna, sum ikki er so brøtt og halt leiðina longur inn í gjónna fyri at njóta útsýnið niðan gjøgnum hana. Helt fram eftir gøtuni niðan fram við Káragjógv. Hóast tað summastaðni er eitt sindur bratt og í støðum leysur eyrur, so er gøtan góð at ganga. Tvær staðni er riðið undan gøtuni, men í góðveðri er tað ikki nøkur forðing. Men ver tó varin.

Hvalba og Sandvík eru millum elstu bygdir í Føroyum, og Hvalba er m.a. kend fyri síni kolanám.
Hvalba varð nógv herjað av sjórænarum í gomlum døgum. Søgur eru um eitt stórt álop í 1629, har sjórænarar rændu og myrdu nógv fólk. Annað av sjórænaraskipunum rendi á land í illveðri, og umleið 300 sjórænarar druknaðu. Økið, har teir eru grivnir, kallast Turkagravirnar og liggur við sjóvarmálan, stutt áðrenn tú kemur til Nes.

Í øldir var leiðin fram við Káragjógv, eftir Hvalbiarfjalli og oman gjøgnum Mannagjógv í Trongisvági ein av stóru samferðsluæðrunum og knýtti Suðuroynna saman við økinum norðanfjørðs. Fólk, sum komu við báti til Suðuroyar, løgdu at í Sandvík ella Hvalba og fóru so til gongu suður eftir oynni.
Ein onnur leið var inn í Botn og upp um Nakk. Hon var styttri og skjótari, men truplari hjá illa gongdum og ókunnufólki.
Ferðingin um Káragjógv minkaði munandi við Hvalbiartunlinum, sum kom í 1963. Hetta var fyrsti tunnil í Føroyum. Í mai 2021 læt ein nýggjur Hvalbiartunnil upp fyri ferðslu.

Komin niðaná sært tú Hvalbiarfjall framman fyri tær. Gakk eftir varðunum. Fyrsta høvdin, tú kemur til, er Lítli Íslendingur, og beint vestanfyri eru Sigmundarsteinar, sum Sigmundur Brestisson skal hava borið niðan. Søgnin sigur, at gongur tú millum steinarnar, gongur tú ikki av árinum.
Sigmundur var høvdingi í Føroyum uml. ár 1000 og er umrøddur í Føroyingasøgu. Hann búði í Skúvoy og kristnaði Føroyar við svørði í hond. Sambært søgnini svam Sigmundur úr Skúvoy til Sandvíkar – meginpartin av teininum við tveimum monnum á bakinum.
Mangt er borið og knossað upp um fjallið. Sagt verður, at fyrsta orglið, sum kom til Hvalbiar, varð borið um fjallið fyrst í 1890’unum. Orglið vigaði um 100 kilo.
Av Lítla Íslendingi og niðan á Íslending er javnt og slætt. Útsýnið er framúr. Tú sært bæði Lítlu Dímun, Stóru Dímun, Skúvoy, Sandoy og ein part av Hvalbiar bygd. Navnið Íslendingur kemur helst av, at varðin stendur høgur móti norðurættunum og verður skjótt ísklæddur í kulda og kava.
Annar varðin sunnan fyri Íslending hevur eina serliga søgu. Ein hvalbingur fór av Tvøroyri til Hvalbiar 1. des. 1917. Illveður við kavaroki brast á, og maðurin steðgaði við varðan. Fyri at halda hitanum fór hann at taka varðan niður og laða hann upp aftur. Maðurin varð funnin á lívi við varðan.

Av Íslendingi er góð og sløtt eyrgøta allan vegin til Mannagjógv. Her er friðsælt. Á leiðini sært tú oman í tann vakra Vatnsdal og Vatnsdalsvatn. Tveir hólmar eru á vatninum, har nógvur fuglur heldur til.
Vanliga plagdu fólk at rokna tveir tímar til teinin, men dømi eru um munandi skjótari ferðir um Hvalbiarfjall. Stutt eftir 1900 brúkti ein hvalbingur bert trý korter at renna úr Hvalba til doktarahúsini á Tvøroyri eftir heilivági til eitt sjúkt barn. Undir seinna heimsbardaga varð kappast á sama teini, og tá brúkti skjótasti maður 45 min. og 35 sekund um teinin.
Tá ið tú kemur til Mannagjógv, er stórsligið útsýni yvir allan Trongisvágsfjørð. Trongisvágur er gomul landbúnaðarbygd og eisini kend fyri kolagrevstur. Í 1800-talinum mentist keypsstaðurin Tvøroyri, og so líðandi vuksu bygdirnar saman.


Við Mannagjógv skilir gøtan seg, har tú kanst fara báðar vegir. Tað er torført at síggja har sum gøtan fer sundur, so ansa eftir hesum. Gøtan til høgru fer omaneftir á vestaru síðu á Mannagjógv – móti viðarlundini í Trongisvági, meðan gøtan til vinstru fer meira eysturyvir áðrenn hon kemur oman á høvuðsvegin 1 km. tættari Trongisvági. GPX fílan vísir ta vestaru leiðina, har parkeringsviðurskiftini eru betur. Í viðarlundini eru benkur og borð, har tað ber til at hugna sær við einum kaffimunni og hvíla seg eftir túrin.

Hvalba - Trongisvágur
Trongisvágur - Hvalba

Hvalba - Trongisvágur

Leið 701 knýtur norðaru helvt av Suðuroy saman við Tvøroyri og farstøðini við Krambatanga.


Við rulluportrið inn til Nes, uml. 300 m. inn eftir vegnum til Nes – beint niðanfyri stóru rættina, eru góð parkeringsviðurskifti báðu megin rulluportrið – sí grønu markeringarnar. Haðani verður gingið niðan vestanfyri rættina og haðani niðan við hegninum – sí bláa pílin.
Annars eru nógv parkeringpláss við havnalagið í Nesi, umleið 7 minuttir frá, har gongutúrurin byrjar.

 

Trongisvágur - Hvalba

Góð parkeringsviðurskiftir eru við stóra parkeringsplássið omanfyri viðalundina, har sum gøtan byrjar í Trongisvági, sí grønu markeringina. Haðani verður gingið niðan eftir klæna geiranum til bøgarðsportrið beint omanfyri – sí bláu linjuna.

Hvalba - Trongisvágur
Trongisvágur - Hvalba

Hvalba - Trongisvágur

Trongisvágur - Hvalba

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
366 m

Hægsta stað

family icon
378 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar til børn 8+. Niðan við Káragjógv, har tað er bratt og riðið er undan gøtuni, mugu smærri børn ansast av vaksnum.
difficulty icon Avbjóðandi - Bratt og tungt niðan fram við Káragjógv, men annars slætt og gott at ganga. Gakk varliga niðan við Káragjógv, serliga tá ið tað er frost ella vátt. Mælt verður frá at ganga gjøgnum Káragjógv tá tað er hált ella kavi.
terrain icon Vallað og gott lendi fyri tað mesta, men eyrur og heldur grýtut niðan við Káragjógv.
6°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours