Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík
Á hesum vakra og avbjóðandi túrinum, sum byrjar og endar í Hvalvík, sært tú vøkur fjøll, vøtn og dalar - m.a. Leynavatn, Húsadalsskarð, Gotursháls og Ærgisá
Túrurin byrjar við Missiónshúsið í Hvalvík. Her er nýggja gøtan, sum leiðir niðan í gilið til eitt portur. Komin gjøgnum portrið, fert tú til vinstru móti hoyggjhúsinum. Halt fram niðaneftir, til tú kemur áraka ovasta grótgarðin. Far síðan suðurum Myllá og gakk haðani skrátt niðaneftir í ein beinan sunnan, har tú sært fyrsta varðan í 145 metra hædd.
Halt leiðina fram ímóti Leynavatni
Tað er ein góður og friðsælur túrur at ganga bygdagøtuna millum Hvalvík og Leynavatn. Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er smyrsl fyri sálina. Spennandi og eitt sindur krevjandi er at ganga niðan gjøgnum gjónna og niðan á Húsadalsskarð. Eftir at hava gingið gjøgnum brattan niðan á skarðið er stórbært at koma niðan á víða, opna dalin, sum leiðin síðani gongur oman ígjøgnum.
Dalá, leynamegin, er stór, breið og sera vøkur. Beint oman fyri Djúpagil liggur vakurt stabbagrót.
Halt leiðina fram ímóti Goturshálsi
Tá vit nærkast dyrkaða økinum uppi yvir Leynavatni, fara vit framvið eini stórari rætt við Ærgisá. Hinumegin Dalá, sært tú tvey-stjørnaðu Michelin matstovuna, Koks. Her venda vit niðan aftur, har farið verður tvørtur um breiðu og vøkru Ærgisá. Við vakra útsýninum yvir dalin, verður síðan gingið niðan við ánni og seinni eftir varðunum, sum standa tætt allan vegin niðan á Gotursháls. Á sjálvum Goturshálsi krossast hendan bygdagøtan við eina aðra bygdagøtu, nevniliga ta millum Kvívík og Hvalvík. Her skal ansast eftir ikki at fara skeivur av varðunum. Rætta leiðin er norðureftir eftir varðunum ímóti Hvalvík. Halt teg til høgru, tá ið gingið verður eystaru megin stóru vatnbyrgingina, og fylg varðunum oman til Hvalvíksskarð. Ovast á Hvalvíksskarði sært tú yvir á Mýrarnar og eina av byrgingunum, ið SEV bygdi fyrst í 1960-árunum. Eisini er ein lítil privat vindmyllulund har.
Vestaru megin byrgingina stendur Loysingarfjall. Ein søga er um eina gentu úr Vestmanna, sum hvarv úr bygdini og var ongastani at finna. Dagin eftir fann ein seyðamaður hana uppi á Loysingafjalli. Hon segði, at ein maður í hvítum klæðum hevði leitt hana niðan hagar, og hevði givið henni at eta. Eingin kendi mannin.
Á leiðini oman Hvalvíksskarð kemur tú til ein varða, laðaður á stórum kletti og kallaður Kellingarsteinur. Beint áðrenn Kellingarstein kemur gøtan úr Vestmanna saman við gøtuni til Hvalvíkar. Ansast má eftir ikki at fara skeivur av varðunum. Halt leiðina fram somu megin fjallið, framvið Kellingarsteini og omaneftir Hvalvíksgjógv, fyri síðani at fara oman norðaru megin Myllá, oman framvið lítla hoyggjhúsinum og gjøgnum portrið, sum leiðir teg aftur til byrjunarstaðið.
Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík
Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar