Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kirkja - Hattarvík

  • Altíð vakurt at sigla út til Fugloy... Bygdagøtan millum báðar bygdirnar, Hattarvík og Kirkju, gongur niðan tvørtur um røðina omanfyri brøttu líðina Sunnberg. Har er gott at ganga. Mynd: Óli Gardshodn
  • Meðan gingið verður oman móti Kirkju, er gott útsýnið yvir á Svínoy. Eisini síggja vit inn á Viðoy og Borðoy. Her eru vit stødd beint omanfyri bøgarðin í Kirkju. Bøgarðsportið hómast í miðjuni á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið, beint niðanfyri tað hægsta punktið á bygdagøtuni, omanyvir Hattarvík. Í baksýninum sæst Eystfelli, sum er tað eystasta fjallið í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Byrjanin av bygdagøtuni í Hattarvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið omanyvir Kirkju. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein øðrvísi túrur, har til ber at vitja tvær fjarskotnar bygdir og sigla til aðra og heim aftur úr hinari.

At ganga bygdagøtuna millum Hattarvík og Kirkju er eitt sindur øðrvísi, tí her ber til at sigla til aðra bygdina og heim aftur úr hini bygdini í oynni. Hetta er tó bert, um veðrið loyvir tí, og mælt verður til at kanna, hvussu siglt verður, áðrenn farið verður avstað. Til ber at ringja til umsjónarmannin hjá SSL (Strandfaraskipum Landsins) íFugloynni á tlf. 293058 og spyrja nærri, hvussu siglt verður ávísan dag.

Frá Hattarvík er bygdagøtan løtt at finna. Gingið verður suður eftir vegnum gjøgnum eitt portur. Haðani verður gingið niðan til bøgarðsportrið, fram við Dirhamari, Gullheyggi og Kyrjarheyggi og beina leið niðan á Kross – tað er har, sum vegurin fer tvørtur um røðina. Gøtan verður ikki nógv gingin, so hon sæst ikki. Men varðar eru allan vegin, so tað er lætt at finna røttu leiðina.

Komin niðan á røðina við Kross verður gingið tætt niðan fyri el-steyrarnar oman til Kirkju.
Í báðum bygdunum er áhugavert at spáka sær ein túr runt í bygdini. Á Kirkju ber til at ganga oman til kirkjuna og haðani oman til gomlu lendingina Niðri á Gjógv.

Kirkja - Hattarvík
Hattarvík - Kirkja

Kirkja - Hattarvík

Oyggjaleiðir: 58 Hvannasund – Svínoy/Fugloy. 
Tíðirnar úr Svínoy, av Kirkju og úr Hattarvík eru skiftandi, alt eftir líkindunum.
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/oyggjaleidir/58-hvannasund-hattarvik/ 


Ritan siglir altíð til Kirkju og eftir tørvi til Hattarvíkar. Hetta má tó verða kannað við at ringja til umsjónarmannin hjá SSL í Fugloynni, tlf. 293058. Um so er, so er skilabest at fáa Rituna at seta seg av í Hattarvík og so ganga til Kirkju, har handil og kafé eisini er, tó við avmarkaðum upplatingartíðum. 


Góð parkeringsviðurskifti eru har, sum Ritan leggur at í Hvannasundi.
 

Hattarvík - Kirkja

Kirkja - Hattarvík
Hattarvík - Kirkja

Kirkja - Hattarvík

Hattarvík - Kirkja

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
280 m

Hægsta stað

family icon
257 m

Hæddarmetrar


family icon Ja. 8+ (tá ið gingið verður tvørtur um Krossin, sum er hægsta stað á gøtuni, mugu vaksin halda í teimum smáu, av tí at gøtan liggur so tætt fram við tromini oman fyri Sunnberg).
difficulty icon Miðal - Eitt sindur bratt gjøgnum stíggin í ovasta hamaranum í Hattarvík – beint eystan fyri Krossin. Gleivast má upp um trý hegn: 1) við Kyrjarheyggj í Hattarvík, uppi á Krossinum, og beint uttan fyri bøgarðin á Kirkju.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur bratt niðan gjøgnum stíggin í ovasta hamaranum í Hattarvík.
7°C
1 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours