Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kollafjørður - Skælingur
Ein vakur, fjølbroyttur og hugnaligur túrur, við góðum útsýnið, fyrst niðan fram við Brekká í Kollfjarðardali, tvørtur um hálsin við stóru tjørnini og sjáldsama stabbagrótinum og haðani oman eftir brekkunum til Skælings, har Streymoyarsyllin setur sítt dám á túrin.
Túrurin byrjar við Royndarstøðina í Kollafirði. Gingið verður niðan fram við norðaru síðu á Brekká. Í byrjanini er tað rættuliga slætt, men tá komið verður niðan undir Oyggjarvegin, gerst tað eitt sindur brattari, men kortini gott at ganga. Tað er hugnaligt at ganga niðan við ánni. Hon er eitt sindur sjáldsom; í støðum rættuliga djúp, men fyri tað mesta sløtt – sum ein russjibani. Meðan gingið verður niðan, er gott útsýnið oman yvir Kollfjarðardal, Signabø og omanfyri 585 m. høga Kaldbakskambi.
Gingið verður niðan tvørtur um Oyggjarvegin og víðari niðan við Brekká – niðan til varðan, sum er 140 m. omanfyri Oyggjarvegin. Tíverri er ongin gøta niðan frá Oyggjarvegnum, so ein má bara finna sær eitt gott stað at ganga niðan. Komin niðan til varðan verður sneitt av yvir móti Tjørnini á Brekkunum. Navnið kemst av dalinum Skælingsmegin, sum kallast uppi í Brekkunum. Har skóru Skælingsmenn partar av sínum torvi, og teir skóru so langt niðan á, at Kollafjørður kom undan. Her er rættuliga serstakt at ganga tvørtur um hálsin og víðari oman gjøgnum brekkurnar móti Skælingi við góða útsýninum norður gjøgnum Vestmannasund. Til at byrja við er tað serliga stabbagrótið við Regnsendan, sum er partur av Streymoyarsyllini. Tá tú so ert komin eitt sindur longur oman móti Skælingi, sært tú hvussu hendan syllin, sum er eitt sokallað óregluligt innskot, fer suðureftir, skrátt oman undir Skælingsfjall, sum við sínum 767 m., er fjórðhægsta fjall á Streymoynni. Hetta jarðfrøðiliga spennandi økið, frá Regnsendanum og suður á Stórareyn, er so avbera vakurt – og jarðfrøðingar elska tað. Eisini aðra staðni rundan um teg, eru onnur jarðfrøðilig spennandi viðurskifti, gjáir sum krossast og óregluligir hamrar.
Tað er vakurt og hugnaligt at ganga oman til Skæling. Serliga vakurt er niðri við Kálvadalsá, har útsýnið eisini er gott yvir í Ravnagjógv. Gingið verður víðari oman fram við Garðá, norðanfyri stóra fjósið har við, oman á vegin, har gøtan endar.
Kollafjørður - Skælingur
Gøtan byrjar við Royndarstøðina í Kollafirði, Frammi í Dal 166.
Ongin bussleið steðgar beint við Royndarstøðina í Kollafirði. Ein má ganga uml. 1,7 km. til Royndarstøðina.
Nærmastu bussstoppistøðini hjá Bygdaleiðum eru við Tunnilsmunnan og Effostøðina í Kollfjarðardali.300 Tórshavn - Flogvøllurin – Sørvágur (steðgar bæði við Tunnilsmunnan og við Effostøðina)
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/300-torshavn-flogvollurin-sorvagur/
400 Klaksvík – Tórshavn (steðgar bert við Tunnilsmunnan)
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/400-klaksvik-torshavn/
Bussleiðin hjá Tórshavnar Kommunu steðgar í Signabø.
https://www.torshavn.fo/byur-og-ferdsla/vegir-og-ferdsla/bussleidin
Perkering, Kollafjørður
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið frammanfyri skrivstovubygningin hjá Royndarstøðini – sí grønu linjuna á myndini. Haðani kann gangast eftir bláu linjuni omanum parke
Skælingur - Oyggjarvegurin
Ongin bussleið er til Skælings ella á Oyggjarvegnum.
Parkering, Skælingur
Á Skælingi ber til at seta bilin beint niðanfyri, har bygdagøtan byrjar. Her ber til at seta bilin við rulluportrið norðanfyri ella við vegjaðaran beint norðan fyri húsið, sum gangast skal niðan við. (sí mynd)
Kollafjørður - Skælingur
Skælingur - Kollafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar